Næmingar í Vági savnaðu inn og fara nú ígongd við ABC-fyri sálarheilsu

Tá stóra stuðulstiltakið hjá Bláa Krossi í gjárakvøldið var á skíggjanum sást eisini, at børn úr grunddeildini í Vágs skúla høvdu savnað inn.

 

Børnini saman við lærarunum høvdu sett sær fyri at vitja runt í bygdini og syngja, umframt at ein lærari eisini læs søgu og kundu tey, ið lurtaðu, lata eitt oyra til Bláa Kross.

 

Nú er tiltakið av, og tvær vitjanir eru farnar afturum, og peningurin er fluttur Bláa Krossi. Inn komu 6007 krónur.

 

Men næmingarnir í grunddeildini í Vágs skúla eru tó ikki heilt lidnir við vitjanir, tí hesa komandi vikuna fara tey at arbeiða við ABC-fyri sálarheilsu.

 

Í hesum sambandi fara tey á vitjan á tveimum ellisheimum og einum virkishúsi, har tey saman við eldri borgarum og borgarum við skerdum førleikum fara at spæla borðspøl, baka, perla og kanska eisini syngja ella dansa.

 

Tað er jú hesi trý; ver virkin, ver saman og ver hugbundin, ið eyðkenna ABC-fyri sálarheilsu átøkini og gleða bæði næmingar og lærarar seg til hesa komandi vikuna.

 

Umframt vitjunardagin kann eisini nevnast renni-, floks- søgu og spældagur.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##