Síðan frítíðarkortini hjá Tvøroyrar kommunu á fyrsta sinni vórðu send út til ungdómin á sumri 2020, eru 472 frítíðarkort gjørd.
Í Tvøroyrar kommunu vita tey í dag at siga, at nøkur ung eru vorðin ov "gomul” til at brúka síni kort, men tað legst støðugt aftrat við ungdómi, sum kunnu brúka kortini.
- Kortið er eitt tilboð til allar borgarar úr 0 til og við 17 ár. Kortið hevur eitt virði av 2000 krónum, sum kunnu brúkast til eitthvørt frítíðarvirksemi í kommununi.
Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at royndirnar hava verið góðar hesi fyrstu tvey árini, og fólk lata væl at tilboðnum.
- Í dag vórðu 18 nýggir bjálvar sendir av kommunuskrivstovuni - við korti og heilsan frá borgarstjóranum, verður lagt aftrat.