- Eg haldi, at vit av álvara eru farin at nærkast eini semju ímillum landið og kommunurnar kring landið.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Og tá ið hann tosar um semju, hugsar hann um tvídráttin, sum hevur verið um ætlanina hjá samgonguni at leggja eldraøkið undir kommunurnar at verða umsitið.
Kommunurnar og landi hava verið alt annað enn samd um, fíggingina, sum skuldi fylgja við frá landinum til kommunurnar í sambandi við, at tær átóku sær risastórar.
Men Jørgen Niclasen sigur, at nú gongur tað av álvara fram á tað er hansara greiða fatan, at partarnir eru samdir um leistin.
Jørgen Niclasen sigur, at talan er um eitt endurgjald til kommunurnar, sum bæði útjavnar inntøkurnar hjá kommununum og sum eisini veitir teimum eitt endurgjald eftir talinum á teimum pensjónistum, sum eru í kommununum.
Hann sigur, at tað, sum liggur í kortunum er, at kommunurnar verða hildnar skaðaleysar fyri allar frádráttir í skatti, sum Løgtingið hevur sett í gildi.
Tað merkir, at landið skal bera allan kostnaðin af fiskimannafrádráttinum og samstundis skulu kommunurnar eisini fáa tað, sum svarar til tað, øll tey, ið sigla undir FAS, DIS og øðrum skipanum, annars høvdu rindað í skatti, vóru tey fult skattskyldug í kommununum.
Jørgen Niclasen sigur, at harafturat er ætlanin, at allar inntøkur í sambandi við forskattingina av pensjónum, skal fella til kommunurnar.
Higartil eru allar inntøkurnar farnar í landskassan.
- Hetta er ein inntøka, sum fer at veksa tey næstu árini. Samstundis er hetta ein inntøka, sum kommunurnar fara at fáa, alt eftir, hvussu nógv eldri eru í kommununi.
Harafturat er ætlanin at kommunurnar skulu hava ein part av mvg inntøkunum hjá landinum.
- Eg haldi, at partarnir eru samdir um leistin, tó at vit ikki hava funnið semju um endaligu upphæddirnar enn, sigur Landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at hetta er ein skipan, sum eisini ber í sær, at munurin á kommununum verður útjavnaður.
Í kommunum, sum eru best fyri, er miðalinntøkan hjá fólki runt roknað, yvir 30 prosent hægri enn hon er hjá kommunum, har miðalinntøkan hjá fólki er lægst.
- Eftir hesum nýggja leistinum minkar hesin munurin niður í eini 10 prosent, so fíggjarliga javnstøðan ímillum kommunurnar verður nógv betri, sigur Jørgen Niclasen.