Fyrireikingarnar inni í høllini eru nærum lidnar, og eisini uttanfyri er betrað um atkomumøguleikarnar.
Inni í Pálshøll er við at vera klárt til leygardagin, tá høllin letur upp klokkan 10 við almennari móttøku. Landsstýrisfólkini úr Vági, Sirið Stenberg og Henrik Old luttaka, eins og Pál Joensen verður við at taka í nýtslu Føroya fyrsta langhyl, ið eisini ber navn eftir svijihetjuni Pál Joensen.
Men eisini uttanfyri høllina er fríðkað, og í vikuni er vegurin, ið gongur oman á Oyrarnar, har høllin stendur, blivin asfalteraður, so atkomumøguleikarnir nú eru sera góðir. Sí myndina omanfyri.
Almenna móttøkan í Pálshøll verður leygardagin klokkan 10.00.