Nýggj tøl hjá ST, Sameindum Tjóða, vísa, at tað vóru næstan 138 milliónir børn, sum vóru til arbeiðis í 2024.
- Sjálvt um hetta er ein bati í mun til undanfarin ár, fer tað við hesi gongd at taka nøkur hundrað ár at fáa barnaarbeiði burtur.
Hetta ávarar ST um í dag.
Sagt verður, at í 2015 lovaði heimurin at gera enda á barnaarbeiði innan 2025.
- Tann tíðin er farin, men barnaarbeiði heldur fram.
Soleiðis verður sagt í einari felags útsøgn hjá barnahjálparstovinum undir ST, Unicef og altjóða arbeiðsmarknaðarstovninum, ILO.