Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sær fyri sær, at pláss verður fyri eini 3.000 fólkum afturat í Hoyvíkshaganum

Næststørsti býur verður skjótt í Tórshavnar kommunu

Fólkavøksturin í Hoyvík kann skjótt gera Hoyvík til næststørsta bý í Føroyum

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sær fyri sær, at pláss verður fyri eini 3.000 fólkum afturat í Hoyvíkshaganum

Framtíðar Havnar býur fer at vaksa norðureftir.

 

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Sum vit áður hava skrivað her á in.fo, so vórðu tvær privatar verkætlanir kunngjørdar í síðstu viku, sum tilsamans fara at bjóða 115 nýggjar bústaðir til fólk í Havn. Onnur verkætlanin er tann hjá Articon í Miðhorni í Havnardali, har ætlanin er at byggja 48 leiguíbúðir og 22 randarhús. Hin verkætlanin er tann hjá Mark við Oyggjarvegin, har bygdar verða 45 leiguíbúðir.

 

Tórshavnar kommuna arbeiðir eisini við útstykking á Argjum til 150 bústaðir.

 

Men seinni er ætlanin at byggja nógv meira út í Hoyvíkshaganum.

 

– Tað snýr seg um økið Stórutjørn, sigur Heðin Mortensen, og sipar til tað økið, sum í sínari tíð varð lagt av til stóru verkætlnain hjá Jákupi á Dul, sum Bárður á Steig Nielsen varð settur sum stjóri fyri. Tann verkætlanin steðgaði tó upp, men nú arbeiðir Tórshavnar kommuna við at yvirtaka lendið, so framtíðar býurin kann útbyggjast tann vegin.

 

– Vit tosa við festaran Siggert Patursson og við Búnaðarstovuna um at yvirtaka alla Stórutjørn, sum hon er, so har kunn fara at búgva eini 3.000 fólk.

 

Talan er um økið, har kommunan tosar um at byggja eina stórhøll og norðan fyri nýggja kirkjugarðin í Hoyvík.

 

Tá hendan verkætlanin er framd, verður Hoyvík næststørsti býur í Føroyum, tí tá fer fólkatalið í Hoyvík fram um fólkatalið í Klaksvík.

 

1. august í ár búðu 4.529 fólk í Hoyvík og 4.988 fólk í Klaksvík. Tað er ein munur upp á 459.

 

Fara vit aftur til 1985, so var munurin nógv størri, tí tá búðu bara 809 fólk í Hoyvík og 4.728 fólk í Klaksvík. Tað er ein munur upp á 3.919 fólk – so tað verður bara ein spurningur um tíð, til Klaksvík missir plássið sum næststørsti býur í Føroyum, og at Tórshavnar kommuna fær  bæði størsta bý og næstastørsta bý í Føroyum.

 

 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sær fyri sær, at pláss verður fyri eini 3.000 fólkum afturat í Hoyvíkshaganum