Um ein góðan tíma letur North Atlantic Fish Fair aftur. Dánjal Petur Hansen, samskipari, sigur seg ikki hava neyva talið yvir vitjandi, men hann ivast í, um talið verður líka stórt hesaferð sum fyri tveimum árum síðan Nú styttist, til altjóða fiskivinnuframsýningin á Sandvíkarhjalla letur aftur.
Stevnan hevur verið opin seinastu tríggjar dagarnar frá klokkan 10-17, og soleiðis er eisini í dag, nú hetta er seinasti dagur á hesum sinni.
Enn gongur fólk inn í høllina, og í løtuni er nógv fólk, sum vitjar kring um á ymisku básunum.
Dánjal Petur Hansen, samskipari, sigur seg ikki hava ítøkiligu tølini yvir vitjandi við hondina, men hann væntar ikki, at samlaðu tølini yvir vitjandi fara at sláa metið í 2005.
- Hósdagin var heldur minni fólk inni á gólvinum enn fyrsta dagin í 2005. Hinvegin høvdu vit nógv vitjandi í gjár, sum var dýri biðidagur. Í dag er eisini nógv fólk, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu stórt samaða talið av vitjandi verður, sigur samskiparin.
Dánjal Petur Hansen heldur, at North Atlantic Fish Fair hevur eydnast væl, og at bæði framsýnarar og vitjandi hava verið væl nøgd við umstøðurnar.