Nagata: - Ungur nemur, ungur fremur

Millum 50 og 100 fólk var møtt upp til tiltakið, sum Klaksvíkar kommuna í dag hevði skipað fyri. Endamálið við tiltakinum var at fáa vinnulívið og lesandi knýtt tættari at hvørjum øðrum.

 

Tiltakið vardi í tveir tímar, frá klokkan 17 til 19. Fyrst legði Gunnvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, fyri, har hon bjóðaði vælkomin og vísti á týdningin at fáa tey lesandi heim aftur í vinnulívið. Síðan tók Jógvan Skorheim, varaborgastjóri, yvir og vísti á menningarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu, har tað inngangur sum ein týdningarmikil liður at fáa útbúgvið fólk í býin.

 

Trý umboð fyri Samvinnuna høvdu síðani hvør sítt upplegg. Fyrst var tað Eva Nolsøe, forkvinna fyri Samvinnuna, sum greiddi eitt sindur frá, hvat Samvinnan er og tess arbeiði. Í stuttum er Samvinnan ein felagsskapur fyri føroysk lesandi á CBS, sum hevur til endamáls at samanknýta tað føroyska vinnulívið og tey lesandi. Tróndur Hentze Sørensen og Jórun Gardar Bringsberg greiddu síðani stutt frá sínum útbúgvingum, ávikavist cand.merc.fir og cand.merc.kom.

 

Tvey umboð fyri vinnulívið, Christian Nagata, stjóri í NEMA, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, høvdu eisini hvør sítt upplegg. Teir tosaðu eisini um, hvussu týdningarmikið tað er at fáa virkisfýsnan ungdóm inn í fyritøkurnar, tí tað eru tey, sum koma við nýggjari vitan og skulu bera inn í framtiðina.

 

- Ungur nemur, gamal fremur. Soleiðis var tað fyrr, men ikki í dag. Nú er tað: Ungur nemur, ungur fremur, segði Christian millum annað í sínum uppleggi.

 

Til síðst spældi Hanus G. Johansen nakrar av sínum vælkendu sangum, meðan fólk fekk sær ábit.