Leikhúsið Gríma hevur gjørt tað enn einaferð! - Sett leik upp, sum brýtur gomul tabu, og fær áskoðaran at kenna veruleikan og seg sjálvan betur.
LIST er leikurin, og leikurin er LIST, og nú eru tey farin undir tær seinastu sýningarnar.
LIST, Ginu Søgur ?
Meðan konufólkini Birita, Kristina og Gunnvá í Leikhúsinum Gríma fara ginandi um landið alt við tí eftir øllum at døma sera tiltrongda javnstøðu manifestinum, hava mannfólkini Hans, Bárður og Kári niðarlaga í Tróndargøtu trengri kor, tí her traðka ongar krimpurumpur alment fram og hótta við at skerja játtanir og at fremja sensur, hóast bæði lygnin og tøgnin eru millum evnini í leikinum. Ella kanska er tað nevnliga tí, ein leikur sum LIST ikki fær ta uppmerksomheit, hann so sanniliga hevur uppiborið í tí føroyska kjakinum.
Spell tí meistarliga væl spældi leikurin LIST hevur so sanniliga nakað at siga okkum, tá ið tann reina vreiðin, tað sleikjandi snobbaríið og støðuleysa behagisjúkan bresta saman rundan um tann hvítgrundaða, hvíta málningin við teimum hvítu tvørstrípunum.
Tað er okkara hykl, ið verður útstillað, og tað, vit royna at billa øðrum (og okkum sjálvum) inn, verður avdúkað, sum tað tað er, nevnliga innantómt gykl.
?og tabu-brot í 25 ár
Tað eru í hesum døgum 25 ár síðan, at Gríma ferðaðist kring oyggjarnar við fyrsta leikverki sínum ?í einum gomlum oksablóðlittum "rugbreyði"?, sum skrivað stendur í leikskránni, ið við síni beru permu leiðir tankarnar aftur á Hvítu Plátuna.
Eg kann ikki lata vera við at hugsa um, hvussu tað hevði riggað, um Gríma hevði brúkt hesa permuna á teimum plakatum, sum hanga ymsastaðni í Havnini. Hevði ein stór hvít plakat við innsiglinum ?LIST? ikki kunna vakt áhugan og stimbrað forvitnið hjá fólki, og á tann hátt fingið fleiri at leita sær í Leikhúsið?
Veit ikki, um tað hevði brotið niður nøkur tabu aftrat í landinum, men uppseting nummar 70 hjá Grímu hevði um ikki annað fingið ta eyka umtaluna, sum kanska skal til í hesum so inntrykksfullu tíðum.
Tað er jú líka nógv tað, sum ikki verður sagt, sum hevur týdning, tá ið vit peila okkum inn á hvønn annan, sum alt tað vit rópa eftir hvørjum øðrum í illsinni.
Har er ein farri av ? LORTI
Serge hevur keypt ein heilt fantastiskan málning!
Hann er hvítur! - Krita hvítur, og tó, tí í tí hvíta eru nakrar hvítar strípur, um tú gert tær ómak at hyggja og kanska er ein farri av øðrum litbragdum ?
Marc heldur málningin vera nakað helvitis LORT! - Og tað, at hann kostaði 200.000 frankar ger tað absolutt ikki betur.
Yvan fær ikki ordiliga tikið støðu, men hann skal jú eisini giftast nokkso skjótt ?
Tað er eyðsæð! Nógv stendur uppá spæl.
Marc hevur sært kenslurnar hjá Serge, og Yvan er sum so samdur, men einans tá ið teir eru tveireinir, tí Serge er slett ikki so galin, og hvat so ?viss tað kann gleða hann!?. Men slíkt uttanumtos hóvar als ikki Marc, ið heldur, at rættir vinir eisini hava rætt til at kritisera hvønn annan. Og Serge, sum er sera errin av keypinum (og hevur brúkt eina øgiliga rúgvu av pengum upp á tað), hevur ilt við at góðtaka, at Marc kanska hevur rætt, so hann leitar sær stuðul hjá Yvan, ið er somikið ósikkur uppá seg sjálvan, at hann gongur til terapi. Og tá ið Yvan eisini skjótt skal giftast við einari eftir øllum at døma sannari britu, so hevur hann kanska meiri brúk fyri vinum sínum nú enn nakrantíð.
15 ára long vinarbond eru í vanda, tá ið nýmótans LIST stendur fyri skotum.
Skemtileikur - og so einki meir?
Vit hava hoyrt lýsingarnar. - ?Skemtileikurin LIST verður framførdur í Gamla Meiarínum?, og jú leikurin er so sanniliga skemtiligur. - Men, hann er eisini so nógv annað!!
LIST er meistarliga væl spældur. - Man trýr uppá persónarnar Marc, Serge og Yvan, og tað samanspæl og mótspæl vinir, sum hava kenst í ein mansaldur, geva hvør øðrum, tá ið ein teirra fer og ger nakað so raplandi sinnsjúkt, sum at keypa eitt hvítt lorift fyri eina hálva millión.
LIST er eisini ein stuttligur leikur. - Marc er farin at vitja vinmannin Serge, sum sera stoltur vísir fram dýrabæra fongin. Ein ektaður Andréaux! O.u. 160 ganga 120. Hvítur! - Long, long, long granskandi tøgn, vónrík tøgn. Marc veit ikki hvussu hann skal fóta sær, og Serge stendur og trippar av berum spenningi ...
- Dýrur?!
- 200.000 !
Ella hin pallmyndin, tá ið teir báðir høvuðkambarnir eru um at leypa í krovi hvør á øðrum, meðan teir bíða eftir forsinkaða Yvan, sum so endiliga kemur við síni líðilsissøgu um giftarmál, svigermammu, skildum foreldrum, sum ikki orka gronina hvør á øðrum best lýst við orðunum hjá mammuni um pápan: ?sum eg ikki hevði roknað við at vísa meg fyri við mínum undirhøkum og dellum aftur.?
Og so hjartasuffið: ?Eg eri lætnaður fýra kilo av berari stúran og kúran.?
Jú, sanniliga er talan um skemt!
Men LIST er harumframt ein tankavekjandi leikur - Hvussu langt eru vit til reiðar at fara, tá ið vit skulu løna onkrum tað aftur, sum hevur sært okkara kenslur? Samkenslan áskoðarin úti í salinum hevur við ymisku leiklutunum skiftir, sum leikur fer. Ta einu løtuna er Marc tann aggressivi, sum ikki hevur uppiborið samhuga okkara, tí hann trampar á kenslurnar hjá Serge. Ta næstu er grenjið hjá Yvan so mikið útpenslað, at tú hevur hug at ilskast inn á hann: Bara tað, at tú ert her fær Marc og meg at skræða hvønn annan sundur!
LIST er í hvussu er ein kensluborin leikur. - Teir tríggir vinmenninir Serge, Marc og Yvan noyðast at gera upp við seg sjálvar, hvat telur mest: Prinsippið um óplettaða æru, ella sambandið millum menniskju gjøgnum ein mansaldur.
Mundi ikki onkur eygnakrókur úti í salinum kennast vátur, tá ið olivinskálirnar komu á borðið? Og tað seinasta steinhjartað blotnaði helst, tá ið bláa tusjin varð havd á lofti.
Um so LIST er ein lukkuligur leikur, má vera upp til hvønn einstakan at meta um, sum í hesum døgum leitar sær í tað einasta, vit eiga, sum minnir um eitt Tjóðarleikhús. Eg rokni í hvussu er ikki við, at nakar fer út aftur haðani uttan at hava fingið nakað at hugsa um.