-Verður basaltknúturin loystur, so fer einki mark at verða fyri áhuga fyri leiting á føroyska landgrunninum, tí tá liggur brádliga púra opið eitt velduga stórt øki fyri oljuleiting, sum í dag má sigast at vera lukkað land.
Nakað soleiðis tók Kent Høgseth, stjóri hjá Statoil fyri leiting á djúpum vatni. Hetta var eisini nakað av tí, sum kom fram í øllum framløgunum á Oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í gjár. Bert ein evarska lítil partur av føroyska økinum er basaltfríur, te. nógv umrødda "Gullhornið" móti markinum við Bretland. Meginparturin av føroyska landgrunninum er fjaldur av einum tjúkkum lag av basalti, sum er sera hart og torført og dýrt at koma ígjøgnum við bæði seismiskum bylgjum og bori. Men tað gongur tó tann rætta vegin, og alt verður gjørt fyri at loysa gátuna: hvussu tjúkt basaltið í veruleikanum og hvussu man tøkniliga kann finna tann besta mátan at síggja niðurundir basaltið fyri at vita, hvat goymir seg har. Á ráðstevnuni í gjár kom fram, at feløgini halda seg síggja sera stórar struktarar undir basaltinum, her serstakliga eystan fyri Føroyar, nevnt "East Faroe High".
Hóast virksemi á landgrunninum hevur verið sera avmarkað í eina tíð og føroyingar kanska halda, at oljuævintýrið longu er liðugt, áðrenn tað byrjaði, so síggja útlensku oljufeløgini heilt øðvísi uppá støðuna. Fyri tey er her talan um eitt langtíðar arbeiði. Við teimum trimum fyrstsu brunnunum er skjøtilin ikki meira enn settur á. So torført økið er at arbeiða í er tað tí einki óvanligt, at tað skulu borast nógv fleiri brunnar og gerast nógv fleiri kanningar, fyrr enn fyrsta veruliga lønandi fundið verður gjørt. Hóast føroyingar tí ikki reint fysiskt síggja nakra broyting, so hendir nakað handa leiktjøldini tvs. hjá oljufeløgunum. Á ráðstevnuni kom fram, at oljufeløgina í løtuni gera eitt stórt kanningarbeiði. Tað er bæði á skrivstovunum í Havn, í Aberdeen, í Stavanger og entá í Milano og í USA.
Tað standa bæði umhvørvisligar og tøkniligar avbjóðingar fyri framman, nú oljufeløgini halda fram við sínum kanningararbeiði. Hóast oljufeløgini royna at minka um váðan, tá stórar íløgur verða gjørdar í leiting, so varð staðfest á ráðstevnuni av eitt nú leitistjóranum hjá BP, Richard Hollingsworth, at alt føroyaøkið framvegis er eitt sera váðiligt (High Risk) umráði at arbeiða í. Roynt verður við nýggjum seismiskum og øðrum kanningum at minka um henda váða, men enn tørvar feløgunum meiri vitan fyri at kunna finna hóskandi leitimál við minni váða (Low Risk).
Á ráðstevnuni varð eitt gjørt týðuliga greitt, at ein eigur ikki at síggja Føroyaøkið sum eitt isolerað umráði men heldur sum ein part av eini størri heild, einum øki, sum røkkur heilt úr Írlandi og til Norðurnoregs. Í arbeiði sínum at loysa basaltknútin hevur ikki minst amerikanska oljufelagið Anadarko brúkt eitt uppaftur størri øki, heilt til Grønland fyri at finna teir ymsu brikkarnar til tað puslispælið sum føroyski landgrunnurin er. Felagið hevur drúgvar royndir ymsa staðni úr heiminum og brúkar ta vitanina til at finna svar í sínum stóru 9-ára loyvum í Føroyum.
Oljufelagið Agip er um at vera klárt til at fara undir at bora miðjan juni næsta ár. Luca Dragonelli frá Agip segði teimum umleið 200 luttakarunum á ráðstevnuni, at tann vitan, sum teir fara at fáa frá teirra fyrstu boring fer saman við øðrum upplýsingum at verða grundarlagið fyri framtíðar virkseminum hjá felagnum um okkara leiðir. Hann var bjartskygdur.
Føroya oljuleiting er ikki meira enn byrjað. Tann mest týðandi uppdaginin er longu gjørd, og hon er, at tað finst ein virkin oljuskipan í undirgrundini. Nú ræður um at fara víðari við kanningunum fyri at finna fram til, um aðrar grundleggjandi fyritreytir fyri einum lønandi oljufundi eru til steðar, eitt nú um oljan liggur gloym í goymslum og at tak (seal) er yvir hesar goymslur. Tørvandi tak hevur víst seg at vera ein trupulleiki.
Tað eru bert tvey ár síðani, at fyrstu leitiloyvini vórðu givin. Tríggir brunnar eru boraðir av fyribils átta. Hesir tríggjar bera so grundleggjandi og myndalig nøvn sum Svínoy, Marjun og Longan og umboða harvið landið, fólkið og fiskatilfeingið. Nú hesar myndaligu fortreytir eru komnar uppá pláss, verður áhugavert at síggja, um ikki navnið á 4. brunninum beinleiðis fer at umboða tað vit leita eftir, nevniliga oljuna.