Um áttatíðina sunnumorgunin ringdi ein kona á politistøðina, tí hon hevði sæð tríggjar spillnaknar mans til gongu mitt inni í Norðoyartunlinum.
Vakthavandi á politistøðini greiðir frá, at menninir vóru ísakaldir, tí miðalhitin inni í tunlinum er altíð umleið 5 hitastig. Teir tríggir høvdu verið á veg úr Havn í hýruvogni, men høvdu síðani biðið um at verða settir av við tunnilsmunnan, tí teir vildu ganga síðsta teinin til Klaksvíkar. Ein fjórði maður, sum var við teimum, bar klæðini hjá øllum. Eftir øllum at døma høvdu teir veddað um at ganga gjøgnum tunnilin. Løgreglan í Klaksvík varð send eftir monnunum, sum síðani vórðu koyrdir til hús.
Søgan sigur onki um, hvør vann veddingina - men konan, sum kom fram á teir, er kanska eitt gott boð.