Nakrar hugleiðingar um fiski- rættindi - fiskidagar - lógir

Í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap stendur í § 2 stk. 4 frá 10. mars 94:

Landsstýrið setir eina skipanarnevnd við umboðum frá vinnuni, Fiskirannsóknarstovuni, fiskivinnuumsitingini og fiskiveiðieftirlitinum, sum á hvørjum ári, út frá tilmæli frá fiskirannsóknarstovuni og stovnsrøktarnevndini, metir um ásetta fiskidagatalið fyri hvønn bólk av fiskiførum tryggjar, at stovnarnir verða gagnnýttir burðardygt, og um skipanin við fiskidøgum og stongdum økjum yvir-høvur tryggjar, at endamálini í hesi lóg verða rokkin. Nú skal løgtingið aftan á frítíðina lóggeva um treytir til fiskivinnuna fyri næsta fiskiár, sum byrjar tann 1. september.

Vit, ið liva av at fiska, fáa at vita frá ymiskum frøðingum og fólki, ið ikki eru fiskimenn, hvussu dagatalið skal skerjast, og seinast havi eg hoyrt, at ein hagfrøðingur mælir til, at dagar, ið ikki eru nýttir í hesm fiskiárinum, skulu takast frá bátunum, eins og dagatalið skal skerjast 10%. Fyri okkum, ið reka fiskarí og hava roynt at spart uppá dagarnar, og hava keypt dagar, um vit nú eiga nakrar dagar eftir, ja, so skulu teir bara strikas,t ja, her eru vit so langt úti, at her eru ikki orð til staðar fyri tí frekleika, sum her verður borðreitt við.

Tá fiskidagaskipanin bleiv sett í gildi, fingu vit greitt at vita, at nú skuldi flotin fáa frið við somu fiskidøgum í næstu fimm árini, men nú fara menn, flestu teirra hava ongantíð pissað í saltan sjógv, út at skera enn meira niður.

Undirritaði kemur úr bólki 5 og vit eru skornir niður í eina helvt av fiskidøgum, so trupult verður at klára at gjalda bátarnar niður og at skaffa monnunum, sum við eru, eina rímuliga ársinntøku.

Um onkur bólkur tekur í meira lagi av einum hóttum fiskaslagi, ja, so átti tað at verið møguligt at skert viðkomandi bólk, ístaðin fyri at leggja eftir øllum.

Í 1996 bleiv ein bólkur kallaður »Endurskoðanarnevndin« sett, og kom við einum áliti um endurnýggjan av fiskiflotanum. Í bólkinum vóru 6 mans og av teimum eitt umboð fyri ávísan part av vinnuni.

Vit hava í dag hoyrt um eina nýggja fólkaskúlalóg, sum kemur í gildi, har vóru ØLL umboðini LÆRARAR.

Niðurstøðan frá endurskoðanarnevndini er umsetilig fiskirættindi, liberalisering av virkisøkinum hjá veiðuliðnum og tættari samstarv millum veiðulið, framleiðslulið og sølu. Ja, og harafturat kann nevnast, at skipini skulu virka fiskin meira umborð. Úrslitið av hesum verður, at bert nøkur fá fabriksskip skulu eiga øll veiðurættindi við Føroyar, og tað sær út til at tað er henda prosess, sum endurskoðanarnevndin legði lunnar undir nú skal gjøgnumførast við hjálp av sitandi samgongu.

Tað skróvar í oyrunum, tá ein hoyrir, at tey skipini, sum ikki klára seg, ja, tey skulu bara út úr systeminum tann harða vegin, meðan tey, sum eru sanerað upp til fleiri ferðir og nú eru so bílig, at tey onki hava at gjalda, ja, tey skulu mynda komandi fiskiskipaflotan, skipini skulu sjálvandi endurnýggjast og landið skal gjalda fimti prosent av byggikostnaðinum.


Theodor Poulsen,

Inni í Nesi,

Toftir


P.S. Í kvøld tann 30. 7. hava vit hoyrt í Degi og Viku, at línuskipini, ið enn ikki hava funnið útav, at fiskur kann ísast í kassar, men framvegis nýta hillaskipan, við góðsku hareftir, skulu prioriterast enn meira fyri at hava fiskað meira enn tað tupulta av, hvat teirra partur er sambært galdandi fiskivinnulóg.