Símun Petur Jacobsen
??????????????????
Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi í fjølmiðlunum um eina umsókn um skeinkiloyvi til eitt dansistað í Runavíkar kommunu. Tað undrar meg als ikki, at ymiskar hugsanir eru um eitt slíkt tiltak, men tað sum undrar meg almikið er tann viðgerð, ið hevur verið í Degi og Viku av hesum máli. Mín góði vinur Ingolf Olsen hevði, eftir mínum tykki, eina sera løgna niðurstøðu í sendingini mánakvøldið 8. mars. Ingolf Olsen slær fast, at tey í Runavíkar Býráð als onga grundgeving hava fyri síni støðutakan annað enn, at tey eru ímóti nýstlu av rúsdrekka í síni heild. Eg sat eftir við eini løgnari kenslu, hópin av ósvaraðum spurningum. Her eru nakrir:
1)Kann Runavíkar Býrráð geva loyvi til eitt dansistað (við ella uttan skeinkiloyvi) á havnalagnum? (tað verður t. d. ikki givið loyvi til eitt bilverkstað á havnalgnum)
2)Hví skal eitt dansistað hava skeinki-loyvi, um endamálið við dansistaðnum er at virka sum savningarstað fyri ungdóm? - tað er jú ikki loyvi at skeinkja til fólk undir 18 ár.
3)Einasta grundgeving, ið er nevnd fyri at geva skeinkiloyvi, er at tað ber ikki til at fáa eitt dansistað at bera seg uttan skeinkiloyvi. Merkir hetta so, at feløg og fyritøkur sum hava fíggjarligar trupulleikar kunnu fáa skeinkilovyi fyri at fáa raksturin at geva yvirskot?
4)Hvussu ber tað til, at borgarstjórin í Runavíkar Býráð kann verða við til at viðgera hetta mál - tá hann er ein av ánarunum av bygninginum sum dansistaðið skal verða í? - Møguliga má skeinkiloyvi til fyri at fáa leiguinntøkurnar á rætt støðið?
5)Hvussu ber tað til, at onnur feløg í Runavíkar kommunu (ítróttarfeløg og samkomur) kunnu reka eitt ríkt ungdóms-arbeiðið - uttan skeinki-loyvi ?
6)Er skeinkiloyvi tað, sum ungdómurin í Runavíkar kommunu rópar eftir? Er tað ikki heldur betur umstøður - t. d. hølisumstøður ?
7Hvussu ber tað til, at tá tað á demokratiskan hátt ikki verður givið loyvi til umrøddu umsøkn, at hetta so ikki verður góðtikið, men skal á ein ellan annan (um neyðugt ódemokratiskan hátt) trýstast ígjøgnum.
8)Er veruliga endamálið við umrøddu umsókn ikki ein roynd at fáa hjálp til at koma inn á politiska pallin so ella so, heldur enn at geva ungdóminum í Runavík eitt tilboð?
Í sendingi fær hyggjarin ta fatan, at fjøldin í Runavíkar kommunu er ímóti tí avgerð, Runavíkar Býrráð tók. Mín metan er tó júst tann øvugta. Eg vil enda við at takka tykkum, sum atkvøddu nei, tá málið var til viðgerðar fyri eftir mínum tykki eina seriøsa viðgerð av málinum.