Eftir at hava upplivað upp til 78 m/s um jólini, eru vit kanska ikki so imponerað, tá ið veðurforsøgnirnar siga upp til 25 m/s.
Men tað ger tað kortini í teimum komandi døgunum og tað merkir nakað av vindi kring landið, um enn vit ikki náa teir 78 m/s.
Í dag veksur hann vindi til 8-13 m/s og í kvøld til 10-15 m/s. Tað verður skíggjað og regn, men í kvøld klárari í veðrinum. Hitin millum 4 og 9 stig.
Í morgin verður 8-13 m/s og minkar seinni til 5-10 m/s. Seinni veksur hann tó vindin til 10-15 m/s og náttina til mánadagin verður tað 13-20 m/s og regn. Hitin millum 5 og 9 stig.
Myndina eigur Ingi Sørensen.
Mándagin sigur hann aftur nakað av vindi 13-20 m/s og hitin millum 4 og 8 stig.
Týsdagn 10-15 m/s og mikudagin tað sama. Hósdagin veksur hann vindin 17-25 m/s og hitin millum 1 og 4 stig.