Hugleiðing
At hava góða heilsu, er nógv vert fyri tann, sum er so heppin at eiga hana. Heilsan er eingin sjálvfylgja, men ein gáva. Hon er tað besta, vit eiga. Kanska hugsar tú ikki um tað í tí dagliga, tí tú kennur ikki til annað enn at vera frískur. Men tá ið tú sært menniskju, sum dragast við sjúkur av ymiskum slagi, steðgar tú á. Tú hugsar um hesi, følir við teimum og familjum teirra og tá sært tú, hvussu heppin tú sjálvur ert at vera frískur.
So leingi tú eigur heilsuna...
Opin eygu og oyru
Í seinastuni hevur danska sjúkrahúsverkið og tað samstarv, føroyingar hava við donsk sjúkrahús, verið í andglettinum í føroysku fjølmiðlunum.
Ein kanning av sjúkrahúsverkunum í ES gevur Danmark ikki serliga gott skoðsmál fyri sínar viðgerðir í mun til hini londini. Skulu vit trúgva niðurstøðunum í frágreiðingini, sum ein óheftur stovnur hevur gjørt, liggur Danmark ikki serliga væl fyri í mun til hini Norðanlondini.
Spurningurin er so, hvar nevnda kanning hevði plaserað føroyska sjúkrahúsverkið, um vit vóru við í kanningini.
Tað havi eg ongan førleika at meta um.
Eitt er so, hvat kanningar siga. Annað er, hvussu føroyski sjúklingurin, sum eitt nú verður sendur niður á Ríkissjúkrahúsið til serviðgerðir, merkir støðuna.
Í flestu førum munnu fólk vera takksom fyri møguleikan at fáa ta viðgerð í Danmark, sum tey ikki kunnu fáa í Føroyum.
Hinvegin er greitt, at vit ongantíð eiga at lata eyguni aftur úteftir, tí tann, sum er sjúkur, eigur at fáa ta hjálp, honum tørvar. Er ítøkiliga viðgerðin ikki nøktandi í Føroyum, ei heldur á donskum sjúkrahúsum, eigur føroyska sjúkrahúsverkið at vera so mikið at sær komið - og upplýst, at sjúklingurin verður sendur, har besta viðgerðin er at fáa.
Øll, sum eru sjúk, hava sjálvandi eitt brennandi ynski um at gerast frísk og fáa mista førleikan ella so nógv sum tilber - aftur, um tað yvirhøvur letur seg gera.
Besta hjálpin til øll
Bíðar tú á Ríkissjúkrahúsinum eftir eini bypass-skurðviðgerð, har æðrar til hjarta skulu skiftast, fært tú at vita, at sjálvt tá ið tú ert lagdur í narkosu, er ikki 100% sikkurt, at tú vaknar aftur og ert skurðviðgjørdur.
Kemur onkur sjúklingur akutt inn á deildina, sum má takast beinanvegin, verður viðkomandi sjálvandi tikin fram um, tí lívið stendur í váða.
Soleiðis hevði tú eisini viljað, at tað skuldi verið, um tú var sjúklingurin, sum var vorðin akutt sjúkur og deyðanum nær.
Sama er við serviðgerðum sum heild og sjálvandi vilja øll, sum sjúk eru, fáa bestu viðgerð, so møguleikin at gerast frískur, er hin besti.
Ein føroyskur yvirlækni, sum tekur avgerð um at senda sínar sjúklingar til serviðgerðir uttanlands, hevði sum sjúklingur sjálvur eisini viljað verið sendur, har hann visti, at førleikin at viðgera júst hansara sjúku var hin besti.
Tað er ikki meira enn menniskjansligt.
Og so er spurningurin, um Ríkissjúkrahúsið - ella onnur donsk sjúkrahús hava nóg stóran førleika til allar tær viðgerðir, sum føroyskir sjúklingar verða sendir niður til Danmarkar til.
Uttan at hava skil fyri ella innlit í viðurskiftini, er hugsandi, at donsku sjúkrahúsini eru frammarliga á fleiri økjum, meðan førleiki kanska vantar á øðrum økjum. Somuleiðis mugu vit vænta, at eitt so stórt land, sum Danmark hóast alt er, hevur ein ávísan førleika á nógvum økjum, tá ið ræður um viðgerð.
At so onkur einstøk viðgerð er betri á sjúkrahúsi í øðrum landi, sum júst hevur lagt seg eftir at bjóða út nakrar ávísar viðgerðir, er ikki so undarligt.
Vit vita eisini, at onkur føroyskur yvirlækni soleiðis sendir sjúklingar til viðgerðir á øðrum sjúkrahúsum enn í Danmark.
At bjóða seg fram
Skal føroyska sjúkrahúsverkið kunna bjóða seg fram á onkrum øki millum tey stóru í útlandinum, er hugsandi, at talan tá bert kann gerast um lutfalsliga fáar serviðgerðir.
Eitt stórt "apparat" við serútbúnum fólki, útgerð og umstøðum annars krevur hugsandi eitt ávíst sjúklingagrundarlag, og er grundarlagið ov lítið, kann eitt stórt útvalt lið ikki standa og bíða á eini vælútbygdari skurðstovu.
Samstarvið millum føroyska og danska sjúkrahúsverkið snýr seg mær vitandi um, at vit keypa hesar serviðgerðir tænastur í Danmark.
Spurningurin er so, um grundarlag er fyri at útbyggja og menna partar av føroyska sjúkrahúsverkinum, so vit kunnu bjóða sjúklingum úr øðrum londum at koma higar til lands til serviðgerðir, sum goldið verður fyri.
Hetta hevði samstundis gjørt, at vit sluppu undan at senda nakrar av okkara sjúklingum av landinum, sum tá høvdu fingið hesa viðgerð í Føroyum.
Um hetta er realistiskt, veit eg ikki, men tað veldst ivaleyst um, hvørjum máli stýrt verður eftir og hvussu miðvíst farið verður til verka.
Eitt heimligt umhvørvi
Eftir at hava fylgt einum sjúkum manni, sum fekk bypass-skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í heyst og samstundis at hava livað í sjúklingaumhvørvinum á Hotel Tórshavn í meira enn tvær vikur, hevur tú fingið eitt ávíst innlit í, hvat rørir seg millum hesi fólk, bæði sjúklingar, avvarðandi, sjúkrasystrar og partvís læknar.
Tað er einki at taka seg aftur í, at Hotel Tórshavn er eitt gott stað hjá føroyingum, sum verða sendir niður til Danmarkar til serviðgerðir.
At húsið kanska kundi verið betri egnað til endamálið, og plássið rúmligari, tá ið talið av sjúklingum og avvarðandi er størst, er ein onnur søga. Við tað, at umstøðurnar eru trongar, noyðist starvsfólkið stundum at brúka orku til at flyta runt upp á tey búgvandi fyri, at øll skulu kunna húsast.
Hetta er óheppið, men soleiðis eru umstøðurnar givnar av føroysku myndugleikunum - nú einaferð.
Talið av sjúklingum, sum verða sendir niður til Danmarkar til viðgerðar, er nógv størri enn mong duga at ímynda sær.
Onkran mánaða hevur sjúklingahotellið havt meira enn 300 fólk búgvandi, og fylgjandi dagar kunnu eini 30-40 føroyingar, sjúklingar og fylgjarar, koma á hotellið.
Tað er greitt, at hetta setir krøv til starvsfólkini undir givnu umstøðunum.
Men tey fólk, sum starvast á Hotel Tórshavn, gera eftir mínum tykki eitt ómetaliga gott arbeiði fyri sjúklingarnar og tey avvarðandi. Umframt vanliga starvsfólkið á skrivstovu, køki og á gongini, eru sjúkrasystrar knýttar at sjúklingahotellinum alt samdøgnið. Hetta er tryggjandi fyri tey, sum dragast við ringa sjúku, men eisini fyri tey, sum hava eitt hvørt at fara til sjúkrasystrarnar við - ella sum bara hava okkurt at spyrja um í tí dagliga.
Ein góður gongutúrur
Teinurin millum Hotel Tórshavn og Ríkissjúkrahúsið er at liva við hjá einum frískum "fylgjara" í hvussu er um summarið, tá ið veðrið er gott. Tað tekur einar 20 minuttir at ganga ímillum, um tú gongur ígjøgnum "parkina", tey rópa ella ein stóran hálvan tíma, um tú gongur stytsta veg eftir vegnum.
Vanliga fara fólk ikki einsamøll ígjøgnum parkina í myrkri, og tað eru eisini tey, sum slett ikki vilja ganga ígjøgnum parkina.
Tað er spell, tí hetta er ein fínur túrur ikki minst, tá ið tað er turt, og tú kanst fara av gøtunum og ganga beint ímóti Ríkissjúkrahúsinum eftir vallaða lendinum, ið har er.
Annars er skipanin hon, at sjúklingar, sum mett verður hava brúk fyri hýruvogni millum hotellið og sjúkrahúsið, gjalda hýruvognin við gjaldskorti, sum Hotel Tórshavn letur tey fáa ókeypis. Passar tað soleiðis, at fleiri skulu út á sjúkrahúsið í senn, verður hýruvognurin fyltur upp, soleiðis at kostnaðurin fyri hvønn einstakan verður minni.
At sjúklingahotellið er sera hent fyri sjúklingar og avvarðandi, merkist týðiliga, tá ið tú ert í hesum umhvørvinum, ið kennist rættiliga heimligt.
Øll starvsfólkini tosa føroyskt. Tey eru blíð, fyrikomandi og hjálpsom, og sum búgvandi hevur tú altíð atgongd til køk, teldurúm og lesistovu. Útvarp Føroya hoyrist hvønn dag, og Dagur & Vika verður sent í sjónvarpi, ein tíma forskotin ella so.
Viðkoma hvørjum øðrum
Tú kennir fleiri, sum eru í húsinum, bæði sjúklingar og avvarðandi, og prátað verður sum heild opið um viðurskiftini, bæði tá ið tað eru góð og minni góð tíðindi. Ynskir tú at vera meira fyri teg sjálvan, er tað eisini møguligt.
Fólk viðkoma hvørjum øðrum og spyrja eftir hvørjum øðrum. Fylgjarar og avvarðandi verða spurd, hvussu gongur hjá tí, sum innlagdur er, og tú følir, at tey ikki spyrja av forvitni, men tí, at tey hugsa um viðkomandi og tað, sum hesin er noyddur at fara ígjøgnum.
Vinarbond verða knýtt, og tú hugsar eftir heimakomuna um, hvussu til man standa hjá honum ella henni, sum ikki visti, tá ið tú fór, hvønn veg tað bar.
Nógv gerast frísk, helst tey flestu, men tað eru eisini tey, sum umsíðir noyðast at pakka kuffertini og fara heimaftur uppgivin av læknunum.
Uttan at kunna siga nakað við vissu, trúgvi eg, at nógvir føroyingar eru sera takksamir fyri sjúklingaumhvørvi í Keypmannahavn og tær serviðgerðir, tey kunnu fáa á Ríkissjúkrahúsinum viðgerðir, sum tey ikki kunnu fáa í Føroyum.
Kunnu nakrar av hesum viðgerðum gerast uppaftur betri í øðrum londum, er at vóna, at føroyska læknaverðin og føroyskir myndugleikar ikki sita sjóvarfallið av sær, men taka hesi viðurskifti upp, so føroyskir sjúklingar kunnu fáa bestu serviðgerð, sum finst um okkara leiðir.
Øll vilja vit vera frísk, og tað vilja eisini tey, sum enn ikki kenna hundavaml.
Hvussu leingi, vit frísku eru verandi frísk, veit bara Várharra, og hann veit eisini, nær og um tey, sum dragast við sjúku, verða lekt.
Umhvørvið ikki ræðandi
Læknaverðin er frammarlaga, og hon mennist alla tíðina.
Eingin ivi er um, at fólk, sum starvast á okkara trimum sjúkrahúsum í Føroyum, bæði læknar, sjúkrasystrar, røktarar og hjálparfólk annars, royna at hjálpa og fjálga eftir førimuni.
Tá ið førleikin her heima ikki røkkur ella tá ið "apparatið" ikki er nóg stórt og nóg væl útbygt, verða okkara sjúklingar sendir av landinum til serviðgerðir.
Hjá tí, sum ongantíð áður hevur verið knýttur at sjúklingaumhvørvinum í Keypmannahavn, kann tankin við at noyðast hagar kennast eitt sindur ræðandi, tí Ríkissjúkrahúsið er eitt stórt umhvørvi, sum húsast á nógvum fermetrum.
Men við tann ella tey, sum noyðast á hesar leiðir fyri at søkja sær heilsubót, er at siga, at hetta umhvørvið kortini tykist vera væl uppbygt og at síggja til væl skipað.
Vit skuldu møta á Ríkissjúkrahúsinum ein hósmorgun millum 9 og 10. Fóru stundisliga klokkan 9 av Hotel Tórshavn í hýruvogni. Í brævinum stóð, at vit skuldu møta við uppgongd 2, 15. hædd og deild 4. Hetta segði okkum ikki so nógv, men vit avgjørdu at taka tað, sum tað kom.
Alt gekk av tí besta.
Uppgongdin var eingin trupulleiki, og beint innanfyri í gongini vóru stórir elevatorar, sum syrgdu fyri restini. Komnir upp á 15. hædd, kundu vit velja millum deild 1, 2, 3 og 4 bert eitt hanagleiv millum deildirnar.
Vit fóru inn dyrnar til deild 4, hjartadeildina. Vóru júst komnir inn um glashurðina ella knappliga tað, tá ið ein ung og fryntlig sjúkrasystir kom ímóti okkum - og fyrstu orðini, hon segði, vóru:
"Er det Gunnleivur Thomsen... "´
Og so var.
Hetta tóktist fløvandi og tryggjandi, og vit høvdu hetta ofta á munni teir 16 dagarnar, vit sótu og prátaðu á Ríkissjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn.
Vit høvdu ikki væntað, at fyrsta starvsfólkið, sum vit komu á tal við á Ríkissjúkrahúsinum, fór at nevna navnið á tí, sum var komin niður til viðgerðar.
Kanska kemur onkur grein í Sosialin aftrat um ferðina í Danmark.