Nakrir ísfiskatrolarar royna seg á makrelveiði

Upsafiskiskapurin hjá partrolarum er framvegis smáligur, men nú royna nøkur skip seg á makrelveiði.

 

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin (mynd) eru millum ísfiskatrolararnar sum í løtuni royna seg á makrelveiði.

 

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Skipini fiska upsa og fáa eisini nakað av hjáveiði. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur.

 

- Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum kundi verið betur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir fiska makrel, verður lagt aftrat.

 

In.fo kann leggja aftrat, at aðrir ísfiskatrolarar eisini eru á makrelveiði.

 

Millum hesar eru eitt nú Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum annars hava verið á gulllaksaveiði í vertíðini, sum júst er liðug.

 

Av teimum smáu trolbátunum er ein á Íslandsrygginum, tveir eru á landleiðini, og ein er eystanfyri. 

 

- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfisk. Ein landar fyrst í hesi vikuni, og hinir landa miðskeiðis í vikuni. 

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Bæði skipini koma inn at landa síðst í hesi vikuni.

 

- Tvey garnaskip fiska havtasku. Tey hava brúkiligan fiskiskap og koma inn at landa miðskeiðis í vikuni, verður lagt aftrat.

 

 

 

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin (mynd) eru millum ísfiskatrolararnar sum í løtuni royna seg á makrelveiði.