Nakrir sannleikar um SEV-málið

Borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, hevur fingið fleiri grundleggjandi viðurskifti um ovurstóru príshækkingina hjá SEV galið í hálsin, og tí skal hon her fáa nakrar sannleikar á borðið

Misskiljingarnar hjá Gunvá við Keldu, borgarstjóra í Klaksvík, eru prentaðir í sonevndari tíðargrein í Sosialinum mikudagin 5. januar.

Yvirskipaða intrykkið av tíðargreinini hjá borgarstjóranum er, at hon nú er vorðin heit um skallan, eftir at hon langt um leingi hevur sæð, hvat tað var, hon gjørdi á eykaaðalfundinum hjá SEV seinast í desember.

Gunvá atkvøddi fyri príshækking
Lat meg fyri ein góðan ordan skyld sláa fast, at Gunvá við Keldu, borgarstjóri, var millum teirra, ið atkvøddu fyri at hækka el-prísin við 15 oyru pr. kilowattíma + mvg.

Harvið syrgdi hon fyri, at ein dýr eyka rokning er løgd á familjur og vinnufyritøkur í Føroyum – eisini í Klaksvík. Væl at merkja í truplum fíggjarligum tíðum.

Tað tykist mær, sum Gunvá við Keldu í tíðargrein síni hevur hug at renna undan hesum veruleika. Tað skal hon ikki sleppa.

Eg rokni við, at øll tey, sum nú skulu djúpri niður í lummarnar fyri at rinda dýrkaða streymin, munnu vita, hvør eigur heiðurin av dýrkanini.

Sovið í tímanum
Tíðargreinin fortelur okkum, at nú skulu vit ”taka málið upp, bæði í KSF og FKF, saman við nevnd og leiðslu í SEV”.

Her má eg dagføra borgmeistaran í Klaksvík.

Góða Gunvá, vit hava havt málið uppi í KSF og FKF. Vit hava talað við nevnd og leiðslu í SEV. Vit hava enntá viðgjørt hesa makaleysu príshækkingina á einum aðalfundi og einum eykaaðalfundi í SEV. Leiðsla og nevnd í SEV hevur fingið at vita, at hon skuldi koma við einari endurskoðaðari fíggjarætlan uttan ógvusliga príshækking á streyminum. Kortini gjørdi SEV einki. Uttan hetta at ignorera sínar eigarar.

Hetta er trupulleikin, sum vit hava arbeitt við. Okkara heimaarbeiði er gjørt. Fyri langari tíð síðani.
Gunvá við Keldu heldur, at tað ”tykist undrunarvert at koma í tólvta tíma og gera viðmerkingar til eina fíggjarætlan, har tað so týðiliga gongur fram, hvussu stórur tørvurin var at hækka prísin”.

Nú veit eg ikki, nær býráðið í Klaksvík er raknað við. Men, sum eg havi greitt frá omanfyri, so eru tað ikki vit, ið eru komin nakrastaðni við nøkrum ”í tólvta tíma”.

Tvørturímóti hava vit í góðari tíð lagt okkum eftir at viðgera tølini og ætlanirnar í fíggjarætlanini hjá SEV fyri 2011. Grannskoðarar, løgfrøðingar og onnur fakfólk í umsiting okkara fóru tíðliga ígjøgnum fíggjarætlanina hjá SEV.

Grundað á hetta fyrireikingararbeiði varð farið á aðalfund hjá SEV, ið er rætta stað, at gera vart við, at pláss er ikki fyri ógvusligum príshækkingum í hesum tíðum.

Har gjørdu vit eisini greitt, at SEV skal taka í egnan barm, spara og tillaga rakstur og íløgur til tann veruleika, ið øll onnur liva í.

At Gunvá við Keldu nú vil taka málið upp er fínasta slag. Men tað bendir samstundis á, at hon hevur sitið og sovið í tímanum, meðan aðrar kommunur hava arbeitt hart fyri at verja sínar borgarar og fyritøkur ímóti, at SEV-monopolið soleiðis hissini útskrivar rokningar, ið brúkarin bara hevur at gera so væl at gjalda.

Hetta fer at standa fyri rokningina hjá Gunvá við Keldu. Hon er júst nú raknað við. Og hon hevur ikki gjørt sítt heimaarbeiði nóg væl.

Tann stóra ábyrgdin
Í umrøddu tíðargreinin hjá borgarstjóranum í Klaksvík verður nomið við, at kommunurnar hava ábyrgd av SEV, tí kommunurnar eiga elfelagið.

Tað er rætt, men bara partvís.

Fremsta ábyrgdin hjá kommununum sum eigarar av SEV er at syrgja fyri, at eitt streym-monopol ikki uttan víðari sleppur at útskriva rokningar til brúkararnar.

Vit í kommununum eru einasta veruliga álit hjá borgarum og vinnufyritøkum. Serliga í hesum tíðum, har tey flestu hava trupult við at fáa pengarnar at røkka.

Tað er her, okkara fremsta ábyrgd liggur!

At vit so eisini skulu tryggja, at SEV heldur sína veitingarskyldu, er nakað annað. Hesa ábyrgd hava kommunurnar eisini. Men hon stendur ikki einsamøll.

Kom nú til arbeiðis
Mín áheitan á borgarstjóran í Klaksvík er einføld: kom nú til arbeiðis!

Arbeiðssetningurin er klárur: vit skulu hava tamarhald á gongdini og hugsunarháttinum í SEV.

El-príshækkingin í ár er bert toppurin av einum stórum ísfjalli. Kommunurnar – vit sum eiga SEV – mugu sum skjótast inn í strategisku ætlanirnar hjá SEV, áðrenn rokningar í milliardaklassanum – tí tær eru í milliardaklassanum! – komandi árini verða útskrivaðar og sendar vinnulívinum og borgarum.

Útbyggingarætlanir fyri hundraðtals milliónir eru lagdar, uttan at vit sum eigarar hava fingið neyðugar upplýsingar ella eru tikin við upp á ráð. Tað gongur ikki longur.

Her má broyting fáast í, og tað má henda í stundini. Allar kommunur í landinum mugu vakna nú.

Spurningarnir eru nógvir: Er SEV á rættari leið? Er strategiin fyri framtíðina røtt? Er tað í lagi, at íløgur í milliardaklassanum skulu gerast. Vilja vit rinda hesar upphæddir? Fæst nóg mikið aftur fyri krónurnar? Er tað rímiligt at koppa útreiðslur yvir á borgararnar, ið ikki fáa vart seg?

Tórshavnar Kommuna hevur saman við einari røð av kommunum gjørt sítt heimaarbeiði til lýtar. Nú má eisini Gunvá við Keldu koma til arbeiðis!