Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í gjárkvøldið og í nátt og løgreglan sigur, at seks ferðir ringdu fólk til tey at boða frá vindskaða. Men talan var um smærri skaðar.
Á Viðareiði var takið á einum fjósi við at fara og í Vestmanna loysnaði dekkbrettið á einum takið. Løgreglan sigur, at har fór fólk á staðið at bjarga støðuni, so at tað ikki stóðst størri skaði av. Í Kollafirði koppaði ein parkeraður vørubilur á liðina og í Norðragøtu var ein flaki til eitt alibrúk við at slíta, men eisini har fór fólk á staðið og fingu surra hann fastan.
Í Havn endaði ein zinkláta í einum túni, har hon lá og sló ímóti einum persónbili, men eisini hon varð burturbeind, og í Havn fór eisini ein garður í vindinum.