Símun Absalonsen
Eini 7.000 fólk vitjaðu Norðurlandahúsið í samband við sangleikin "Jósef", og fjølmiðlarnir hava verið á tremur við rósandi orðum um tiltakið. At almenningurin sýndi "Jósef" slíkan áhuga er ein viðurkenning í sjálvum sær. Teir nærum tveir tímarnir ið leikurin vardi gingu fyri mítt viðkomandi skjótt og upplivingin var ógloymandi.
Um leikin sjálvan ætli eg mær ikki at gera stórvegis viðmerkingar, til tað hava eg ov lítið skil fyri leiklistini. Hinvegin kundi eg hugsa mær at hugleitt eitt sindur um søguna um Jósef.
Søga ella saga
Frásøgnin um Jósef er sum kunnugt tikin úr Bíbliuni og verður ofta nýtt sum eitt skúladømi um styrkina í fyrigeving, tá ilt verður lønt við góðum. Hetta tykist at vera lærdómurin í søguni um Jósef, og fyri mong hevur tað kanska minni at týða, hvørt søgan er sonn, partvíst sonn, ella kanska bert eitt hugtakandi ævintýr.
Sjálvur havi eg ongantíð verið í iva um at søgan er sonn og at talan er um meira enn eina søgu. Jósef livdi um ár 1.700 f. Kr. og lívssøga hansara er, umframt at vera sera spennandi, harumframt eisini bæði profetisk og Messiansk.
Bíblian er altíð tvíeggjað og hetta gevur ein sær ikki altíð fær um tá lisið verður. Úr ymiskum lívssøgum í gamla testamenti finna vit ymiskar Messiasmyndir sum t.d. í lívssøguni hjá Móses, Dávid ella patriarkunum. Men eingin lívssøga í bíbliuni hevur so fjøltáttaðar og sterkar Messiasmyndir sum lívssøga Jósefs. Granskarar hava mangan staðið undrandi, tá teir hava samanborið lívssøgu Jósefs og lív Jesusar.
Jósef og Messias
Sum sonur hevði Jósef eina serstøðu hjá faðir sínum og frumburðarrætturin, ið var høgt í metum í tátíðar mentan hoyrdi Jósefi til. Tann marglitti fótsíði kyrtilin (dreymakotið) staðfesti hesa serstøðu.
Í kristnu læruni er Kristus frumborni Sonur Guds - klæddur í dýrd og tign áðrenn heimurin varð grundaður. (Kol. 1,15 og Jóh. 17,5)
Jákup sendi son sín Jósef til brøður hansara at vita um teimum visti væl við.
Inkarnatiónin (Gud bleiv menniskjað) er hjartað í tí kristna boðskapinum. Gud sendi son sín føddan av kvinnu, og sonurin kom til sína egnu ætt.
Jósef fekk kaldliga móttøku vegna dreymar hansara. Í dreymi hevði hann sæð, at sól, máni og ellivu stjørnur nigu fyri honum. Og á akrinum hevði hann í dreymi sæð, at bundi hansara reisti seg samstundis sum bundini hjá brøðrunum boygdu seg fyri bundi Jósefs. Bundi Jósefs á akrinum bar boð um eina jørðiska konga- og høvdingastøðu, men sól, máni og stjørnur bóru boð um eina hægri tign - ein tign sum kom omanífrá. Dreymar Jósefs minna á orð Messiasar: Mær er givið alt vald í himli og á jørð.
Jósef varð dømdur til deyða av sínum egnu brøðrum, men í staðin fyri at taka hann av døgum varð hann seldur og latin fremmandum. Ein av teimum 12 Juda, seldi Jósef fyri 20 silvurpeningar. Ein av teimum 12 Judas seldi Messias fyri 30 silvurpeningar, og Messias upplivdi eins og Jósef fyrst at verða dømdur av sínum egnu (jødiska ráðið) fyri síðani at verða givin upp til heidningar - rómverska landshøvdingan Pontius Pilatus.
Jósef fann náði í Egyptalandi, men eftir svik og rangar ákærur varð sakleysi hebrearin eisini dømdur av teimum fremmandu og tveittur í fangahús í Egyptalandi. Hóast Pilatus onga skuld fann hjá Messiasi varð hann kortini dømdur til deyðan. Fangahúsið í Egyptalandi er ein mynd av líðingum og deyða Messiasar. Tveir menn eru nevndir sum líða somu revsing sum Jósef. Bakarin og skeinkjarin hjá Farao. Annar fann náði og hin ikki. Tá Messias varð roknaður millum brotsmenn, liðu tveir aðrir somu revsing samstundis, annar fann náði og hin ikki.
Eftir at Jósef varð seldur til Egyptalands ráddi armóð og neyð heima hjá faðirinum Jákupi og brøðrum Jósefs. Juda rýmdi frá brøðrum sínum og gevur hetta okkum ábendingar um eina spjadda ætt. Søgan hjá jødiska fólkinum síðani teir vrakaðu Messias er ein drúgv sorgar- og líðingarsøga um eitt fólk, spjatt millum øll heimsins fólkasløg.
Frá krossi til krúnu
Kongur Egyptalands fekk ikki frið í sinni vegna plágandi dreymar. Eftir einum degi er hebrearin Jósef leyslatin og hann er tann einasti í Egyptalandi ið kann geva Farao frið í sinni. Jósef sigur egyptum hvat framtíðin fer at bera, hann verður settur yvir alt Egyptaland og egyptar róptu "abrek" undan Jósefi. "Abrek" merkir "boyggi knø". Men egna ætt hansara livdi í vannkunnleika. Tey trúðu at Jósef var deyður, samstundis sum heidningar kundu njóta gott av dygdum Jósefs.
At Jósef stígur út úr fongslinum er ein mynd av tí kristnu vónini - uppreisnin. Hóast Kristus hevur verið ærdur og tilbiðin av heidningum í 2000 ár sum hin upprisni Messias, so hevur jødiska fólkið sum fostraði Kristus sum heild, livað í andaligum myrkri.
Í Egyptalandi fekk Jósef navnið Zafenat Panea sum merkir frelsari landsins. Tað er óneyðugt at gera viðmerkingar til messianska virðið í hesum heiti.
Jósef fekk í Egyptalandi konu ið nevndist Asenat og við henni fekk hann synirnar Efraim og Manasse. Í kristna boðskapinum verður tosað um at heidningar eru børn Guds í trúnni. Og Messias hevur vunnið sær eina brúður millum heidningar.
Men hungursneyðin var svár í Kánanslandi og neyðin dreiv ætt Jósefs til Egyptalands, har Jósef aðru ferð varð kendur av brøðrum sínum. Jødiska tjóðin kendi ikki Kristus tá teir møttu honum fyrru ferð.
Tá brøður Jósefs komu aðru fer at keypa korn, er hugburðurin og sinnið øðrvísi enn tá teir seldu Jósef. Jósef segði brøðrum sínum hvør hann var, og ættin varð seinni savnað í Gosen ið merkir sólskinslandið og er ein mynd av friðarríki Messiasar. At jødar í dag viðurkenna Kristus sum Messias í størri mun enn áður er ein sannroynd. Men hetta koma vit at síggja meira til í framtíðini. Gud hevur ikki vrakað fólk sítt, sum hann kendi frammanundan. Róm. 11,2.
Niðurstøðan er greið: Allir týðandi sannleikar í tí kristna boðskapinum eru fjaldir í lívssøgu Jósefs.
"Eg blunaði...." sungu tey vakurt um dreymar Jósefs í Norðurlandahúsinum.
Lat okkum eisini hava í huga, at søgan um Jósef er profetisk og er tí annað og meira enn dreymar.