- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og vit vænta, at tvey pør - ella fýra skip - koma inn at landa mánadagin. Annað skipið hevur mest av upsa, og hitt hevur mest av svartkalva.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey eisini, at eitt par kemur inn at landa mikudagin, og tað hevur eisini mest av svartkalva.
- Eitt partrolarapar er farið út á Reykjanesryggin at fiska, men skipini eru júst byrjaði túr. So, hesi skipini koma neyvan inn aftur at landa hesa vikuna.
Lagt verður aftrat, at allir djúpvatnstrolararnir eru til fiskiskap, harav ein er í Eysturgrønlandi. Tveir fiska undir Føroyum, sum frysta veiðina umborð.
- Tveir eru eisini til fiskiskap undir Føroyum, sum ísa fiskin umborð, og væntandi landar annar hesin mánadagin, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.