Namibia selur fiskirættindi á uppboðssølu

Landið hevur selt 15.948 tons av fiskaslagnum - lýsingi - fyri slakar 90 miljónir krónur.

 

 

Namibia hevur gjørt tað, sum stjórnin í landinum heldur vera eina væleydnaða uppboðssølu av fiskirættindum.

 

Landið hevur nevniliga selt 15.948 tons av fiskaslagnum - lýsingi - fyri slakar 90 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Undan uppboðssøluni vóru nakrir keyparar undangóðkendir.

 

Tilsamans 38 boð komu upp á kvotuna, men tá fleiri boðgevarar ikki megnaðu at útvega bankatrygd fyri keypinum, vóru 23 boðgevarar eftir í tilgongdini.

 

Tað eru fíggjar-og fiskivinnuráðini í Namibia, sum upplýsa hetta í einari felags útsøgn.

 

Kvotan av lýsingi varð seld miðskeiðis í apríl mánaði í ár, og seinni varð eisini ætlanin at selja kvotu av rossamakreli á uppboðssølu.

 

##med2##

 

 

 

Partur av havnalagnum í namibiska havnabýnum, Walvis Bay.