NÁMSFRØÐIN MÁ FÁA HÆGSTU RAÐFESTING

Børnini og tey ungu kunnu ikki bíða longur. Tíðin er komin, at vit av álvara mugu raðfesta námsfrøðina

Tey flestu vita tað innast inni: Íløgur í børn og ung eru íløgur, sum gagna samfelagnum í ríkiligt mát. Jú betri og tryggari karmar rundan um barnið í teimum fyrstu árunum, tess betri megnar barnið avbjóðingar seinni í lívinum.

Og vit vita eisini, at um vit niðurraðfesta hesar umráðandi íløgur í okkara børn, so fær hetta neiligar avleiðingar upp á longri sikt. Stutt sagt, so eru íløgur í børn og ung ein sparing fyri landið upp á longri sikt.

Seinastu tíðina er tað vorðið alsamt sjónligari og greiðari, at vit mugu raðfesta námsfrøðina, og hetta má gerast nú. Børn, ung og tey við serligum tørvi kunnu ikki bíða longur.

Neyðug átøk

Fleiri átøk mugu raðfestast komandi tíðina:

  • Ein lógarbroyting má gerast í dagstovnalógini soleiðis, at børn á dagstovnum verða tryggjað eitt minstamark av tímum. Hetta skal tryggja eina gjørgnumskygda skipan, har námsfrøðiliga góðskan og umsorganin fyri barninum ikki kann verða niðurraðfest og spard. Broytingin skal tryggja, at útreiðslur til leiðslu, vikarar, reingerð og líknandi ikki ávirkar tímajáttanina til børnini
  • Lønin hjá námsfrøðingum og starvsfólkum økjast. Hesir starvsbólkar mugu fáa eitt lønarlyft, sum munar. Hægri løn ger tað meira lokkandi at velja námsfrøðiliga fakið til
  • Ein góður seniorpolitikkur skal gerast á námsfrøðiliga økinum, sum við ymiskum ágóðum eggjar starvsfólki at halda fram í yrkinum
  • Námsfrøðingar á serstovum í fólkaskúlanum skulu hava løn fyri fullan brøk
  • Á sernámsfrøðiliga økinum skal førleikamenning raðfestast. Vit skulu hava nærleiðslu heldur enn fjarleiðslu og minstamark av tímum pr. borgara skal eisini galda her.

Alt tað námsfrøðiliga økið er undir stórum trýsti, og tá er tað steinur oman á byrðu, tá ið sitandi samgonga hevur ætlanir um, at pengarnir skulu fylgja barninum.

Hetta er eitt beinleiðis álop á vælferðarsamfelagið og væluppbygda dagstovnaøkið í síni heild, og hetta er eisini nakað, sum Búskaparráðið ávarar ímóti.

Vit skulu vera fyrimynd

Vit hava brúk fyri at byggja upp, og ikki at bróta niður.

Sláast má manngarður rundan um alt námsfrøðiliga økið. Tað má ikki niðurlaðast og syndrast, sum nøkur ætla. Tvørturímóti! Vit skulu styrkja og menna hetta økið.

Vit vita, at hetta er tað besta fyri barnið, familjurnar og starvsfólkini, sum starvast á økinum. Vit vita, at hetta er ein raðfesting, sum lønar seg – bæði nú og í framtíðini. Vit vita, at hetta er tað besta, vit kunnu gera fyri okkara samfelag.

Námsfrøðiliga økið í Føroyum skal vera eitt øki, sum ger okkum errin, heit um hjartað, og sum vit hava hug at vísa fram sum fyrimynd fyri onnur lond.

Djóni N. Jensen, valevni hjá Javnaðarflokkinum

Djóni N. Jensen,

valevni hjá Javnaðarflokkinum