Napolion Magnussen,
borgarstjóri,
Miðvágur
Men har manglaði okkurt. Har manglaði Kringvarp Føroya, tí hvørki SVF ella ÚF møttu upp! Og í tíðindasendingunum mánadagin vóru eingi tíðindi um Almu, tað megnarkvinnu, sum mestsum hvønn dag fylgir við í Útvarpi og Sjónvarpi, tí hon er nevniliga so birg enn. Men um Bush og hansara vavgreyt var ovmikið av tíðindum um, tað skuldi verða hansara dagur, eisini her hjá okkum.
Men í Miðvági og í Vágum var tað dagurin hjá Almu, og um tit ikki uppdagaðu tað, ja so gerst ikki við. Gud fyrigevi tykkum at tit heldur vilja síggja ræðusøgur enn sólskinssøgur, tær skorta jú ikki í fjølmiðlunum. Og Alma, ja hon fyrigevur tykkum helst eisini.
Gingin eru meira enn áttati ár síðan fólk í Miðvági seinast fylti hundrað, vónandi gongur ikki so long tíð til næstu ferð, vónandi verður okkurt tá í Kringvarpinum at frætta.