Tað eru ikki funnin rúsevni í narkoroyndini hjá finsku forsætisráðfrúuni, Sannu Marin.
Tað upplýsir finska forsætismálaráðið í dag í eini fráboðan.
– Tað eru ikki funnin nøkur evni í narkoroydini, sum varð tikin av forsætisráðfrúuni, Sannu marin tann 19. august, verður sagt.
Forsætisráðfrúan hevur sjálv goldið fyri royndina, stendur eisini í boðunum.
Tað førdi til mikið kjak, tá ein video av Sannu marin, sum dansaði í eini veitslu, varð almannakunngjørd.
Atfinnarar hava hildið, at tað ber ikki til, at ein forsætisráðfrú soleiðis heldur veitslu.
Onnur hava víst á, at stjórnarleiðarar kunnu halda veitslu júst sum onnur vanlig fólk uttan at verða løgdur undir at misrøkja starv sítt.
Hon hevur áður sagt, at hon valdi at taka royndina fyri at verja seg sjálva.
– Eg havi ongantíð í livinum tikið rúsevni, heldur ikki tá eg var tannáringum. Eg vildi ynskt, at vit livdu í einum samfelag, at tað bar á líta á míni orð. Men eg havi valt at taka royndina, tí at illgrunin er reistur ímóti mær, segði hon fríggjadagin.
Fríggjadagin kom tað fram, at Sanna Marin ikki hevði feriu, tá hon var til veitsluna. Tí var tað á einum tíðindafundi spurt, um hon var før fyri at røkja starv sítt, meðan hon var í veitslu, um tørvur var á tí.
Lesið eisini: Finski stjórnarleiðarin dugir annað enn at dansa
Til tað svaraði sosialdemokratiska forsætisráðfrúan, at hon ikki hevur uppliva, at tað skuldi verið neyðugt at fara á stjórnarskrivstovuna mitt um náttina, men at hon altíð kann røkkast á telefonini.
– Ráðið er altíð virkið, men tað verður kortini ikki kallað til fundar mitt um náttina.
– Um tørvur skuldi verið á at fingið fatur á mær, so eri eg altíð til reiðar at røkja arbeiði mítt, segði Sanna Marin.
Les eisini: Finska forsætisfrúan hevði ikki feriu tá hon ballaðist
Videoin við Sonnu Marin, sum dansar á veitslu, kom alment út hósdagin og er nógv deild á sosialum miðlum og lýst í altjóða miðlum.
Sanna Marin hevur lagt dent á, at tað fyri hana er týdningarmikið, at arbeiðstíð og frítíð eru hvør sítt. Og at hon sum forsætisráðfrú eisini kann fara til veitslur og hava eitt privatlív.
/ritzau/