Naser Khader gevst í politikki

Fyrrverandi fólkatingsmaðurin Naser Khader hevur gjørt av at gevast í donskum politikki. Tað skrivar hann á sínari Facebook-síðu.

Naser Khader hevur verið virkin í politikki í 15 ár. Í 2001 varð hann valdur í Fólkatingið fyri Tey Radikalu, og tá stríðið um Muhammedstekningarnar var upp á tað harðasta, var Naser Khader sera væl umtóktur millum danir.

Seinni fór hann burtur úr tí radikala flokkinum og stovnaði Ny Alliance, sum seinni bleiv til Liberal Alliance. Tá var Nader Khader farin burtur úr flokkinum og var vorðin limur í tí konservativa tingbólkinum. Hann stillaði upp fyri tey konservativu á valinum í september, men varð ikki valdur.