Nashville.fo ? føroyskar stjørnur á pall saman við amerikonskum úrmælingum

Søga verður skrivað, tá Føroya fremstu sangarar fara á pall saman við nøkrum av heimsin bestu tónleikarum í ítrottarhøllini á Hálsi 29. august. Gallakonsertin er endabrestur á Nashville.fo døgunum, ið eisini umfata tónleikavinnudag og summarsendingina, ?Søgur úr Nashvík? á Rás2.

 

Nú 20 ár eru liðin, síðan fyrstu føroysku tónarnir vórðu innspældir í Nashville í USA, hevur oddamaðurin aftan fyri mongu Nashville-útgávurnar, Jákup Zachariassen, gjørt av at markera samstarvið við tiltakinum Nashville.fo.

 

Í hesum sambandi koma allar bestu tónleikararnir úr Nashville til Føroya at spæla á gallakonsert saman við føroyingum, ið hava innspælt fløgur í Nashville. Millum føroysku sangararnar teljast Alex Bærentsen, Linda Andrews, Hallur Joensen, Regin Guttesen, Torkil Mørkøre, Kim Hansen, Gunnar Justinussen, Ólavur Højgaard, Magni Christiansen, Sigrid Rasmusen, Bólkurin 4, Lisa Frederiksberg, Svein Askeldsen og Theodor Petersen.

 

Tað er felagið AEL, American Euro Link, sum Petur H. Jacobsen og Jákup Zachariassen nýliga hava stovnað, sum skipar fyri stóra tiltakinum. Umframt gallakonsertina umfatar Nashville.fo ein tónleikavinnudag og seks summarsendingar á Rás2, ið fáa heitið ?Søgur úr Nashvík.?

 

Virtuosar og heimstjørnur

-Eg eri ómetaliga fegin um, at tónleikararnir úr Nashville hava játtað at koma til Føroya at luttaka á Nashville.fo. Teir eru allir virtuosar á sínum ljóðføri og spæla dagliga við heimstjørnum, sigur Jákup Zachariassen og sipar til teir átta amerikonsku tónleikararnar, sum koma til Føroya at spæla til Nashville.fo.

 

 

Av teimum átta kunnu nevnast Paul Leim, ið er mest brúkti studio trummuspælarin í Nashville. Hann hevur spælt trummur við Shania Twain, Elvis Presley, Peter Cetera, Lionel Ritchie og eini rúgvu av øðrum.

 

Hin í Føroyum so kendi upprunabassisturin í Toto, David Hungate, vitjar somuleiðis Føroyar á fyrsta sinni. Hungate hevur seinastu 25 árini búð í Nashville, har hann hevur arbeitt við Dolly Parton, Bryan Adams og Olivia Newton-John.

 

Heimsins kanska allarbesti country guitarspælari, Brent Mason, er eisini við Dream Team-manningini. Brent Mason er 14 ferðir kosin besti guitarleikari í USA, og ongin guitarleikari í heiminum hevur spælt á fleiri fløgum enn Brent Mason.

 

Fyri allar steel-guitar entusiastar verður talan um kongavitjan, tá steel guitarspælarin yvir øllum steel guitarspælarum, Paul Franklin, stígur á føroyska jørð. Hann hevur spælt við Sting, Dire Straits, Barbara Streisand, Alan Jackson og mongum øðrum.

Hinir eru eisini allir tónleikarar í toppklassa. John Hobs, Brian Sutton og Edgar Struble.