Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku kvinnudeildini í hondbólti, Haukar og ÍBV hava vunnið seg í meistaraskapsendaspælið.
Tað sum ræður um er at enda millum seks tey ovastu liðini í grundspælinum, og nú kann staðfestast, at Haukar og ÍBV enda ikki aftanfyri sætta plássið.
Natasja Hammer skoraði ígjár fýra mál fyri Haukar sum á heimavølli vann stórsigur 36-24 á Afturelding. Longu í steðginum vóru Haukar á odda 20-10.
Ingibjørg Olsen var partur av hópinum, men skoraði einki mál tá ÍBV á útivølli vann 28-23 á HK á útivølli. HK var á odda 14-13 í steðginum.
Komandi leygardag spælir ÍBV heimadyst móti Stjørnuni. Komandi sunnudag spæla Haukar útidyst móti Vali.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Fram | 18 | 13 | 1 | 4 | 27 | |
2 | Valur | 18 | 13 | 0 | 5 | 26 | |
3 | KA/Þór | 17 | 11 | 1 | 5 | 23 | |
4 | Haukar | 18 | 9 | 1 | 8 | 19 | |
5 | ÍBV | 16 | 9 | 0 | 7 | 18 | |
6 | Stjarnan | 18 | 8 | 0 | 10 | 16 | |
7 | HK | 18 | 5 | 1 | 12 | 11 | |
8 | Afturelding | 17 | 0 | 0 | 17 | 0 |