Nú 8. september er í morgin, er nátatíðin av álvara farin at halla. Ikki tí, at tað er nakað óvanligt at gera onkran góðan dag, tá so mikið er útliðið, men skal ein hampiliga góður dagur gerast aftrat í hesi vertíðini, skal veðrið verða gott.
Líkt er til, at vit fáa ein hampiliga góðan dag í morgin - ella í øllum førum ein part av degnum. Hann sigur fyrst 2-7 metrar um sekundið av suðri, sum snarar í ein landsynning sunnan og veksur vindin upp í 5-10 metrar um sekundið.
Mikudagin sigur hann aftur 5-10 metrar um sekundið av landsynningi suðri, men bæði hósdagin, fríggjadagin og leygardagin verður vindurin frískari, millum 8 og 13 metrar um sekundið, og ættin verður millum landsynning sunnan og sunnan.
Tí, kann roknast við, at tann náti, sum ikki verður tikin í morgin ella mikudagin, sleppur helst við lívinum í varðveitslu og til havs - og so er nátatíðin av á hesum sinni.