Nationalisman við satelittum

Heri Mohr

Í meira enn tíggju ár hava loysingarfólk á tingi og í fjølmiðlum – privatum og almennum – jabbað og júkað upp í saman um ta ”oyðileggjandi og niðurgerandi” almennu fígging av okkara heilsuverki og almannaverki, sum, sambært galdandi lógum, verða fíggjað av landskassanum og ríkiskassanum í felag.
Teirra ørvitistos, t.d. lesarabrævið ”Blokkerandi blokkmytan” í bløðunum fyri einari viku síðani, kann ikki skiljast øðrvísi enn, at øll almenn fígging av sjúkrahúsum, heilsuverki, almennum pensiónum og serforsorg eigur at verða lækkað við 616 milliónum ongantíð ov skjótt, helst her og nú. Tað er ikki sørt ræðandi at lesa og hoyra, hvussu framtíðin hjá gomlum, sjúkum, avlamnum og brekaðum fer at mynda seg, um tað nationalistiska paradísið í Føroyum verður avgreitt sum ein hastisak og sett á stovn.
Loysingarfólk stara seg blind á ”fenomenið” ríkiskassablokkin sum verandi rótin til alt ónt. Vit eiga tó ikki at gloyma, at loysingarfólk á tingi atkvøddu fyri at fáa blokkskipan við ríkiskassan, og at eingin blokkskipan var áðrenn 1. januar 1988. Nú rópa hesi somu fólk seg hás um, at blokkurin var orsøkin til, at peningakervið og samfelagið alt fór á heysin í 1992. Tá hevði blokkurin 5 ár á baki. Ikki eru tey smæðin.
Í 1951 hendi nakað tað sama sum í 1992. Samfelagið skramblaði; fólk í túsundatali flíggjaðu av landinum, arbeiðsloysið var methøgt. Nationalistarnir róptu seg hásar um fólkaatkvøðuna 1946. Ongin blokkur var at skylda uppá. Nationalistarnir itu tá Fólkaflokkur, sum mundi fingið reinan meiriluta á tingi í 1943. Nú eita teir Tjóðveldi við satelittum, sum eisini rópa seg hásar um somu fólkaatkvøðu og loysing. Harrin viti, hvussu skilið hevði verið í Føroyum, um loysingin hevði verið framd í 1946. Fimm ár seinri, í 1951, fór alt á húsagang (tó ikki landskassin), og fólk rýmdu í túsundatali av landinum.
Í 1951 og 1992 fingu vit professionella vegleiðing og hjálp úr Danmark; - men frá loysingarfólki hoyrdist og hoyrist einki uttan garteran. Orðið takk er ein býur í Russlandi.
Í roynd og veru er føroyskur politikkur fótatraðk í 100 ára gomlum ringi, sum gerst alt meira ekstremur og veruleikafjarur.
Hendan paranoia blokkfiksering loysingarmanna er beinleiðis fordummandi. Um hann, ið hetta skrivar, ikki áhaldandi í skrift og talu hevði upplýst fólk um blokkin – og alment sett spurningar til politikarar blokkinum viðvíkjandi uttan tó at fáa nakað svar – so varð eingin sannleiki kunngjørdur Føroya fólki um hesa skipan, sum eigur ein týðandi leiklut í tí føroyska samfelagnum. Tað er eitt sjúkt samfelag, sum ikki tolir sannleikan.
Í 1998-2003 høvdu vit eitt loysingarlandsstýri, sum drenaði 100-tals milliónir úr blokkinum. Hetta hendi 1. januar 2002. Við støði í landskassans almennu roknskapum ber til at gera sammetingar viðvíkjandi nýtslu av skattaborgaranna peningi í 1997 og 2003:
1997 2003
Landsskattur 0.8 mia. 1.4 mia.
Blokkur 0.9 ” 0.6 ”
Almanna-og
heilsuverk 1.2 ” 1.7 ”
Almennar lønir 0.95 ” 1.6 ”
Sum tað sæst, so varð landsskatturin øktur við 75%, útreiðslur til heilsu- og almannaverkið øktar við umleið 40% og almennar lønir øktar við umleið 70%. Og hetta hendi sum sagt, meðan loysingarfólk ráddu fyri borgum.
Í 1999-2003 brúkti hetta sama landsstýrið umleið 170 milliónir til olju- og sjálvstýrismál (ì 2003 broyttist sjálvstýrismál til løgmál við øktari játtan). Hesi bæði málsøki hvurvu við fíggjarlógini 2004.
Við løgtingssamtykt gav landsstýrið í 1999 út loysingarmanifestið Hvítabók, Føroyskt Fullveldi, og í
2000 gav landsstýrið út propagandaritið Frá heimastýri til fullveldi. Hesi puerilu speciali er áhugaverd lektura. Meira í dag enn fyri 10 árum síðani.
Men hvar gongur markið millum ta ”følsku blokerandi blokkmytuna” og so alt hitt, sum ikki er í nakrari blokkmytu: politivaldið, dómsvaldið, kriminalforsorgin, landslæknin, SU studning/lán, fólkatingið o.n.a.?
Ella, samanumtikið: er tað tey sjúku, avlamnu, gomlu og oldingar, ið ikki skilja filosofiina hjá hálv- og heilstuderaðum ”serfrøðingum,” tá hesir tveita almennan pening, oyramerktur til heilsuverk og almannaverk, á bláman? Í framkomnum londum eiga hesi ”gomlu og sjúku” týðandi leiklut í samfelagsviðurskiftum, og tað er illa hugsandi, at politikarar í slíkum londum forkoma, blaka burtur almennan pening, sum hesir somu politikarar eru settur til at ansa eftir og umsita við góðum viti og skili.
At okkara løgting nú ikki er ført fyri at fáa verandi (og komandi?) fíggjarlóg at hanga saman, átti ikki at undra nakran, tá hugsað verður um ta ófatuligu gerð, løgtingið framdi 1. Januar 2002.
Og at lesa og hoyra tað sum politikarar og onnur, ið góðtóku hesa gerð, nú siga um støðuna hjá teimum veiku í okkara samfelag mótvegis fíggjarlógini 2010, er hóast alt ein glotti. Í so seint. Vælferðarsamfelagið høggur tungt og andøvur. Í slíkum umhvørvi trívist nationalisman.
Men tá ið hesi somu fólk (vónandi ikki øll) nú alment eru farin at kalla arbeiðið hjá okkara landsstýris- og løgtingslimum fyri ránsmannavirksemi og nakrar løgtingslimir fyri eyðrænarar (lesarabræv í Dimmalætting nr.8), heldur dialogur í vanligum týdningi uppat.
Man merkt die Absicht und wird verstimmt.