Í morgin klokkan 15 spælir føroyska kvinnulandsliðið seinasta dystin í Nations League deild C á hesum sinni.
Dysturin verður á útivølli móti Aserbadjan, ið hevur vunnið bólk 3. Aserbadjan hevur 13 stig av 15 møguligum stigum.
Føroyar hava einki stig og hava bert skotið eitt mál. Føroyska liðið hevur verið væl við í fleiri dystum, men fekk farna fríggjadag av at vita í útidystinum móti Montenegro, ið vann heili 9-0. Tí snýr tað seg um at enda kappingina væl í morgin.
Føroysku kvinnurnar stóðu seg annars sera væl í heimadystinum móti Aserbadjan við Djúpumýru í Klaksvík 27. oktober, ið endaði við einum teprum 1-2 tapi. Sunniva Willemoes minkaði um munin til 1-2 tá 83 minuttir vóru leiktir. Stutt undan leikloki høvdu føroysku kvinnurnar møguleikan at javna til 2-2, men tær tóku tíverri ikki av.
Aserbadjan er annars risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkur til at vinna á Føroyum í dystinum í morgin.
Miðaloddsini upp á aserbadjanskan heimasigur eru so lág sum 1,11.
Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru so høg sum 18,53.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt frálíkt føroyskt úrslit eru 7,74.
HER eru oddsini:
##med2##