Nato-aðalskrivarin: - Hava álit á royndunum hjá USA

- Vit arbeiða øll við at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, og at hetta verður ein rættvísur og varandi friður, sigur Nato-aðalskrivarin

 

 

Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, sigur seg hava álit á, at royndirnar hjá USA at fáa ein enda á krígnum í Ukraina kunnu føra á mál.

 

- Vit arbeiða øll við at fáa ein enda á krígnum móti Ukraina, og at hetta verður ein rættvísur og varandi friður.

 

Aðalskrivarin leggur aftrat, at tað eisini er eitt ynski hjá Nato, at friðarroyndirnar, sum USA stendur á odda fyri, fara at gerast veruleiki.

 

Í dag eru serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff og ráðgevin, Jared Kushner, í Moskva, har teir skulu hitta russiska forsetan.

 

- Væntandi er, at Witkoff og Kushner, sum er versonur Donald Trump, forseta, fara at umrøða friðarætlanina hjá USA við Vladimir Putin, forseta.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga seinnapartin í dag.