Taliban sigur seg standa aftan fyri bumbuálop ímóti herfylgi nærindist størstu hernaðarlegu hjá USA í Afghanistan
Ein NATO-hermaður doyði í einum sjálvmorðsbumbuálopi í gjár ímóti eini herfylgi nærindis flogstøðini Bagram í Afghanistan. Seks vórðu særd.
Tað upplýsir verjusamgongan í eini fráboðan sambært Reuters tíðindastovuni.
Sjálvmorðsbumbarin var í eini burka og kundi tí goyma spreingievni undir plagginum, sigur guvernørurin í Qarabagh. Hann leggur afturat, at tvey sivil fólk doyðu eisini í álopinum.
Enn er ikki upplýst, hvaðani hermaðurin var. Tað er »helst« ikki talan um ein amerikanara, sigur ónevnd delda við Reuters.
Taliban sigur á sosialum miðlum, at tey høvdu ábyrgdina av álopinum.
Ein talsmaður fyri bólkin sigur sambært tíðindastovuni AP, at 11 amerikanarar doyðu í álopinum.
Talan er kent fyri altíð at taka rívan til við deyðstølum.
Hending fór fram í økinum Qarabagh.
Bagram, sum liggur umleið 50 kilometrar norðan fyri Kabul, er størsta hernaðarlega hjá USA í landinum.
Hósdagin koyrdi ein sjálvmorðsbumbumaðurin ein bil fullan av spreingievni inn í eina eftirlitsstøð hjá løgregluni í syðra partinum av Helmand landslutinum.
Tvey løgreglufólk doyðu, og tvey vórðu særd, upplýsti løgreglan AP.
Mikudagin drap uppreistrarrøslan tveir amerikanarar í syðra provinsinum Kandahar. Eisini her var ein bilur við spreingievni nýttur sum vápin. Taliban segði seg hava ábyrgdina.
Álopini vísa á teir vandar, sum amerikonsk og onnur hernaðarfólk eru í vanda fyri í Afghanistan.
Amerikanski forsetin, Donal Trump, umhugsar, um hann skal senda fleiri túsund hermenn til tað, sum vísir seg at vera longsta kríggið hjá USA.
Í løtuni eru 8400 amerikonsk hernaðarfólk í landinum. Sambært Reuters er Trump ikki serliga heitur fyri at økja hernaðarliga virksemi í Afghanistan.
Sambært Ritzau eru eingir danskir hermenn millum teir særdu.
/ritzau/