NATO til Gaza

Ísraelski ráðharrin Avigde Lieberman vil hava NATO at senda hermenn til Gaza fyri at steðga ófriðinum har. Um vikuskiftið hitti hann amerikanska uttanríkisráðharran, Condoleezza Rice, og tá royndi Liberman at sannføra hana um, at annaðhvørt má NATO senda hermenn til Gaza, ella noyðist Ísrael at herseta økið aftur. Lieberman var ímóti, at ísraelski herurin tók seg úr Gaza á heysti í 2005 eftir 38 ára herseting. Condoleezza Rice vildi ikki gera viðmerkingar til hugskotið hjá Lieberman, men segði seg hava silt, at USA eigur at leggja størri dent á at loysa stríðið millum Ísrael og palestinar.