Nato-londini eru samd um, at avtalan við Russland er brotin, men semja er ikki um, hvørt avtalan skal sigast upp. Anniken Huitfeldt og Jens Stoltenberg í práti, tá uttanríkisráðharrar í Nato hittust.

Nato umhugsar at siga upp avtalu við Russland

- Avtalan bygdi á, at Nato og Russland ikki síggja hvønn annan sum fíggingdar, sigur bretski uttanríkisráðharrin, Liz Truss.

 

Nato-londini eru samd um, at avtalan við Russland er brotin, men semja er ikki um, hvørt avtalan skal sigast upp. Anniken Huitfeldt og Jens Stoltenberg í práti, tá uttanríkisráðharrar í Nato hittust.

Nato hevur eina samstarvsavtalu við Russland, sum er 25 ára gomul, og nú vilja fleiri Nato-lond siga avtaluna upp, men semja er ikki í verjusamgonguni. 

 

Tað er russiska innrásin í Ukraina, sum er orsøkin til, at fleiri Nato-lond vilja siga avtaluna upp, tí tey siga, at hon er brotin, nú Russland er lopið á Ukraina.

 

Áðrenn toppfundin í Nato, sum verður í Madrid, mugu londini í verjusamgonguni gerast samd um, hvussu viðurskiftini við Russland skulu verða í framtíðini.

 

- Avtalan er deyð, segði bretski uttanríkisráðharrin, Liz Truss, tá uttanríkisráðharrarnir í Nato hittust til ein óformellan døgurða mikudagin. 

 

Hon heldur, at avtalan, sum Nato hevur við Russland, skal leggjast til viks, sum hon tekur til. 

 

- Avtalan bygdi á, at Nato og Russland ikki síggja hvønn annan sum fíggingdar. Okkum tørvar eina nýggja "nærkan" til trygd í Evropa, sum byggir á haldføri, verju og ræðing, segði hon.

 

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sigur, at Russland hevur tikið seg burtur úr avtaluni á allar hugsandi hættir við - ikki bara einaferð, men tvær ferðir - at leypa á Ukraina, og her sipar hann til, at Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina í 2014.

 

Jens Stoltenberg váttar, at Nato-londini eru ikki samd um, hvussu fram skal farast við Russlandi í hesum sambandi.

 

- Tað eru ymiskar meiningar um, hvørt avtalan skal liggja, har hon liggur - ella, um hon skal sigast upp, sigur Jens Stoltenberg.

 

 

 

Nato-londini eru samd um, at avtalan við Russland er brotin, men semja er ikki um, hvørt avtalan skal sigast upp. Anniken Huitfeldt og Jens Stoltenberg í práti, tá uttanríkisráðharrar í Nato hittust.