Navalnyj er fluttur úr fongsli til ókent stað

Russiski andstøðuleiðarin situr ein dóm uttan fyri Moskva, men sambært stábstjóra er hann fluttur

Navalnyj hevur síðani 2021 sitið í fongsli 200 kilometrar uttan fyri Moskva. Sambært stábstjóra hansara er hann nú fluttur til eitt ókent stað.. (Arkivfoto). - Foto: Mladen Antonov/Ritzau Scanpix

Tann fongslaði russiski andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj er ikki longur í fongslinum, har hann hevur sitið innibyrgdur.

 

Í staðin er hann fluttur til eitt ókent stað.

 

Tað sigur stábsstjórin hjá honum sambært Reuters í dag.

 

– Hvar Aleksej er nú, og hvørja koloni hann er fluttur til, tað vita vit ikki, sigur stábsstjórin Leonid Volkov í eini fráboðan á boðtænastuni Telegram.

 

Tann kendi andstøðupolitikarin situr í løtuni ein tóm upp á tvey og eitt hálvt ár uttan fyri Moskva.

 

Í mars var tann sera Putin-kritiski Navalnyj dømdur níggju ára fongsul afturat, eftir at hann varð kendur sekur í ákærum um mutur og fyri at vísa andstygd fyri rættinum.

 

Ta avgerðina hevur andstøðupolitikarin síðani kært. Men kæran er kortini afturvíst.

 

Har gjørdi ein dómari av, at Navalnyj skuldi flytast til eitt annað topptryggja fongsul, har møguleikar hansara fyri vitjan og samskifti við umheimin verða avmarkaðir enn meira.

 

Navalnyj hevur áður sagt, at ákærurnar ímóti sær eru uppfunnar og ein roynd upp á at fáa hann at tiga og steðga sínum politisku ætlanum. Fongslið fær hann tó ikki til at tiga, hevur politikarin sagt.

 

– Um tíð í einum fongsli er prísurin fyri míni mannarættindi til at siga, tað sum sigast má, so kunnu teir døma meg í 113 ára fongsul. Eg taki ikki orð og gerðir mínar aftur, skrivaði hann á Instagram 15. mars.

 

Navalnyj varð eitraður um borð á einum ferðafólkaflogfari í august í 2020. Flogfarið mátti neyðlenda, og hann fluttur á eitt sjúkrahús í Berlin. Har funnu læknar spor av nervaeituri.

 

Í januar í 2021 vendi Navalnyj aftur til Russland eftir viðgerð í nógvar mánaðir og endurvenjing. Hann varð handtikin, tá hann kom heim og varð í februar fongslaður. Sambært russisku myndugleikunum hevði hann brotið reglar í sambandi við ein treytaðan dóm, hann fekk í 2014.

 

ST-serfrøðingar halda, at Russland stendur aftan fyri eiturálopið. Ein hernaðarligur dómstólur í Moskva heldur fast um, at eitringin av Navalnyj ikki skal kannast víðari.

 

Síðanin Navalnyj varð fongslaður er politisk netverkið hjá honum minkað munandi. Fleiri av fólkum hansara eru annaðhvørt í fongsli ella tvungin í útlegd, eins og felagsskapur hanara er bannaður.

 

/ritzau/

 

 

 

Navalnyj hevur síðani 2021 sitið í fongsli 200 kilometrar uttan fyri Moskva. Sambært stábstjóra hansara er hann nú fluttur til eitt ókent stað.. (Arkivfoto). - Foto: Mladen Antonov/Ritzau Scanpix