Navigatørar ógvuliga mobilir

Fíggjar- og búskaparkreppa merkja orðskiftið nógv um dagarnar. Fiski-og sjóvinna hava ígjøgnum allar tíðir verið noyddar at tillaga seg til skiftandi umstøður.

Á aðalfundi í Føroya Skipara-og Navigatørfelag segði formaðurin, at limir felagsins hava ein stóran fyrimun fram um mong onnur.

– Okkara limir eru nevniliga rættiliga mobilir og kunnu lættliga søkja sær hýru í øðrum londum og soleiðis forsyrgja sær og sínum, hóast vinnumøguleikarnir eru skerdir her heima.

Hann segði, at hesir limir felagsins soleiðis føra stórar peningaupphæddir til okkara samfelag.

- FSN sær tað eisini sum sína uppgávu at virka fyri áhugamálunum hjá teimum, sum sigla í øðrum londum.

Hann vísti á, at føroysk fiskivinna hevur stórar avbjóðingar fyri framman.

- Vit kunnu óiva øll læra av teimum mistøkum, sum gjørd eru. Heldur enn at geva nøkrum skuldina, vil FSN heldur líta frameftir og viðvirka til loysnir og frambrot, sum gagna okkum øllum, segði Eyðstein Djurhuus.