Navnaleysar sendingar

Finnbogi Ísakson
???????

Í fleiri ár hevur Marianna Debes Dahl havt sendingar í Útvarpinum sunnudag við heitinum "Meðan løtur líða". Hon hevur savnað ein hóp av góðum tilfari frá mongum fólkum víða um land og hevur skipað sendingarnar soleiðis, at hesi fólkini umrøða eitt ávíst evni í einari ella fleiri sendingum. Avgjørt áhugaverdar sendingar.
Mær tykir tó, at tað er ein stórur veikleiki, at nøvnini á teimum, vit hoyra, einans verða nevnd fyrst og síðst í sendingini. Heima hjá okkum verður sendingin nógv órógvað av, at vit sita og gita, hvør tað nú er, sum hevur orðið. Serliga argur eri eg, tí eg dugi so illa at gita.
Nú er Elin Winther Poulsen farin undir eina áhugaverda sendirøð um NATO í Føroyum. Tann fyrsta fór í luftina pálmasunnudag og var um mótmælisfundin í kommunuskúlagarðinum í Havn og síðani á Havnarkei, tá Petur Mohr Dam løgmaður kom heim við Tjaldrinum pálmasunnudag fyri 46 árum síðani.
Eisini Elin hevur - eftir hesi fyrstu sendingini at døma - savnað nógv og gott tilfar frá mongum. Veikleikin við nøvnum er tó eisini í hennara sending. Ein segði, at Sigfried Skaale var pápi sín, og tí kundi eg gita, at eg hoyrdi vinmannin Annfinn í Skála og fekk at vita, at tað var hann, sum øll hesi mongu ár hevur verið lagdur undir at hava roynt at framt morðroynd móti Petur Mohr Dam, sum tað onkuntíð hevur staðið í Sosialinum.
Í sendingunum hjá Marionnu er tað vist bara forvitni, sum ger, at eg og fleiri við mær vilja hava nøvnini. Hjá Elini harafturímóti hevur tað týdning við nøvnunum. Alt hatta við NATO hevur verið eitt sera viðkvæmt evni. Fyri mær og helst øðrum við hevur tað stóran týdning at fáa at vita, hvør tað er, sum sigur hvat, tí mær tykir, at virðið í tí sagda er nógv heft at persónunum.
Latið okkum fáa nøvnini í báðum sendingunum. Hvørja ferð, onkur hevur orðið. Kanska vera sendingarnar ikki líka smartar tá. Men tær verða betri.