Navnið kom nátúrligt

Terji Rasmussen flýddi til tónleikin úti í Nólsoy. Har fann hann fyrst Margreth og síðani Maggie’s.

Væntandi verður skipað fyri 40, 50 konsertum í 2016, og Terji Rasmussen leggur dent á, at konsertirnar í Maggie’s skulu vera ein tónleikauppliving.

Virksemi byrjaði í smáum í 2014, tá Terji Rasmussen skipaði fyri 21 konsertum, mest fyri at kanna, um grundarlag var fyri einum slíkum spælistaðið úti í Nólsoy.

Upprunaliga hevði Terji Rasmussen heilt aðrar ætlanir við kjallaranum.

- Eg skuldi gera dreingjadreymin til veruleika og gera mær eitt studio í kjallaranum. So hugsaði eg, at tað hevði verið deiligt við eini barr í krókinum. Tá kom daman við hugskotinum at gera eitt spælistað ella eina Café. Eg tímdi ikki at vera námsfrøðingur longur, men vildi heldur ikki spæla til dans hvørt vikuskifti fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tí ljóðaði hetta sum eitt gott hugskot, sigur hann.

Arbeiðið hava tey gjørt sjálvi, við góðari hjálp frá fólki sum Jóan Jakku Guttesen, Nicolaj Falck og Beinir Poulsen.

Navnið kom nátúrligt

Terji Rasmussen og Margreth hava verið saman í 12 ár nú. Og flestu munnu hava hoyrt, at Terji Rasmussen fríggjaði til hana fyri opnari mikrofon í Kringvarpinum. Hon segði sjálvandi ja. Og ja, Maggie’s café er uppkallað eftir henni.

- Hon eitur Margreth, men verður rópt Maggie á mannamunni. Tí hava húsini eisini verið nevnd Maggies í eina tíð. Eitt slag av navnakapping var eitt kvøldi í kjallaranum. Onkur helt at tað skuldi eita Herrens mark, men Maggies Café var navnið okkum dámdi best.

Í Vikublaðnum, sum kom í hvørt heim mánadagin, kanst tú lesa um, hvussu Terji Rasmussen endaði úti í Nólsoy og hví hann verður verandi.