Navnið Sundstein aftur tingi eftir 29 ár

Nýggju maður tekur sæti á tingi fyri Árna Skaale

 

Løgtingið samtykti í morgun, at Grímur Sundstein skal taka sæti á tingið fyri Árna Skaale frá 2. oktober í 2023. Árni Skaale skal í farloyvi í narkar dagar. 

Grímur Sundstein er fyrsti varamaður hjá Fólkaflokkin.

Hann fekk 290 atkvøður á seinasta vali, 72 atkvøður aftan fyri mannin á aftasta plássi hjá Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard, sum fekk 362 atkvøður.

Fólk minnast helst navnið Sundstein úr politikki. Jógvan Sundstein var løgtingsmaður í 24 ár – eisini fyri Fólkaflokkin. Hann var eisini løgtingsformaður, fíggjarmálaráðharri og løgmaður. 

Jógvan Sundstein er ommubeiggi Grím Sundstein. Jógvan Sundsten hevur seinastu mongu árini búð í Danmark. Hann fylti 90 ár í mai. 

Hann gavst í politikki á løgtingsvalinum í 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur.