Nakrir týskir ES-politikarar skjóta nú upp, at tað skal vera bannað at brúka nazi-tekin í samveldinum. Uppskotið er vorðið serliga viðkomandi, eftir at enski prinsurin Harry var í einum nazi-búna á einari veitslu herfyri, og myndirnar av prinsinum hava fingið øði í nógvar bretar.
ES hevur kortini ikki heimild til at banna borgarum í limalondunum at brúka nazi-tekin, men eygleiðarar siga, at uppskotið hjá teimum týsku politikarunum kann eggja teimum einstøku londunum til at herða sínar reglur á økinum.
ES-kommiserurin Franco Frattini, sum umsitur slík mál, heldur lítið um uppskotið. Hann sigur, at tað týdningarmesta er at berjast ímóti teimum nazistisku hugsjónunum.