Veljararnir í týsku landspørtunum Sachsen og Brandenburg vístu sunnudagin, at teir eru sera misnøgdir við viðurskiftini í tí, sum fyrr var Eysturtýskland. Arbeiðsloysið har liggur um 20 prosent, og avgerðirnar hjá stjórnini at skerja tær almennu veitingarnar hava ikki bøtt um støðuna.
Tí fingu sosialdemokratarnir ein frammaná, og tað sama hendi tí konservativa CDU, sum skipar landspartastjórn í Brandenburg saman við sosialdemokratunum. Atkvøðurnar fóru ístaðin út á ytsta høgra og ytsta vinstra vong. Í Sachsen fingu nýnazistarnir 12 umboð í landspartatingið, og í Brandenburg fekk tann gamli kommunistaflokkurin stóra framgongd og næstan líka nógvar atkvøður sum sosialdemokratarnir.
Hetta er fyrstu ferð í 36 ár, at teir týsku nýnazistarnir fáa umboðan í einum landspartatingi.
-Valið í Sachsen er ein stórur sigur fyri tað týska fólkið, segði høvuðsvalevnið hjá nýnazistunum, Holger Apfel, sunnukvøldið.