NBF stórfingna gávu frá býráðnum

Í sambandi við, at Nólsoyar Bjargingarfelag hósdagin fylti 25 ár, skipar felagið í dag fyri upplivingardegi.

Byrjað var í morgun við morgunmati til bygdarfólkið, og ein hópur nýtti hetta høvi at hittast yvir einum kaffikoppi og rundstykki til eitt prát.

Umboð fyri landsfelagið hjá bjargingarfeløgunum vóru somuleiðis við, eins og umboð fyri politi og kommununa.

Heðin Mortensen helt stutta røðu, har hann undirstrikaði týdningin av at hava eitt bjargingarfelag, og so heitti hann á formannin, Jan Hansen, um at taka ímóti einari gávu frá Tórshavnar kommunu.

Og tað var ikki hissini gáva, tí talan var um ein kekk á heilar 25.000 krónur.

Jan Hansen takkaði fyri og legði dent á, hvussu kærkomin hendan gávan var, tí hóast alt er sjálvboðið arbeiði, so kostar tað at reka eitt bjargingarfelag.

Dagurin heldur fram við rapelling, Rescue Lív fer at sigla við áhugaðum og bjargingarbilurin fer at trilla runt í bygdini við børnum.