NCC vrakað í síðstu løtu

P/F Norðoyatunnilin og NCC høvdu gjørt eina fyribils avtalu um, at NCC skuldi gera Norðoyatunnilin, men á síðsta nevndarfundi valdi nevndin í Norðoyatunlinum at ganga burtur frá hesari avtalu

NORÐOYATUNNIL

Nevndin í P/F Norðoyatunlinum hevur gjørt av, at arbeiðið, at gera tunnilin millum Klaksvík og Leirvík, skal bjóðast út.
Í sær sjálvum er hetta ikki løgið, tí vanligt er jú, at almenn byggiarbeiði verða boðin út.
Men hesaferð var ein ein avtala gjørd millum NCC og P/F Norðoyatunnilin um at gera tunnilin. Talan var um eitt sokallað ?Letter of intent?. Á donskum vildi hetta verið rópt fyri ein hensigtserklæring, t.e. ein ætlan fyri, hvussu arbeiðið skal gerast.
Bergur í Garði, formaður fyri P/F Norðoyatunnilin, sigur, at avtalan varð gjørd í august/september í fjør. Hann metir ikki avtaluna vera juridiskt bindandi. Hann kann heldur ikki siga nakað um, hvat avtalan konkret snúði seg um.
?Hetta er ein avtala millum tveir partar, og innihaldið verður ikki latið almenninginum, sigur Bergur í Garði.
Tað var á nevndarfundi 4. apríl, at nevndin í P/F Norðoyatunlinum avgjørdi, at arbeiðið skuldi bjóðast út. Hetta var tann síðsti fundurin, áðrenn avgerðin varð almannakunngjørd.


Bindandi
John Petersen, stjóri í J & K Petersen, sigur, at ein ?Letter of intent? verður gjørd millum byggiharra og entrepenør, har vanliga nakrar treytir fylgja við.
?Tá treytirnar eru uppfyltar, so er avtalan bindandi, sigur John Petersen.
Fyritøkan hjá honum hevur saman við Byggitek gjørt eitt samtak við NCC, sum skuldi gera Norðoyatunnilin og fer at bjóða upp á Norðoyatunnilin.
Hann sigur seg hava skilt, at treytirnar í hesari avtaluni vóru fylgdar, men hann kennir ikki meira til sjálva avtaluna, ið hann ikki hevur havt undir hond, men sum NCC hevur gjørt við P/F Vágatunnilin.
?Tað er sera óvanligt, at nakar gongur frá avtaluni, tá treytirnar eru uppfylgtar, sigur John Petersen.
Sambært John Petersen verða ?Letter of intent? gjørt rættiliga javnan í sambandi við byggiarbeiði.

Bilsnir
Hjá NCC eru teir bilsnir um, at upprunaliga avtalan ikki varð fylgd.
Niels Larsen er stjóri fyri NCC-Vágakonsortiet. Hann sigur, at tað er sera óvanligt, at tílíkar avtalur ikki verða hildnar, men teir hava mestur upplivað tað áður.
Hann leggur eina við, at NCC ikki eru fornermaðir um gongdina, men teir eru bilsnir og høvdu als ikki vænta, at hetta fór at henda.
Eftir hvat Sosialurin skilur, so ætlanin verið at fylgja upprunaliga avtaluni, men á síðsta nevndarfundi, broytti P/F Norðoyatunnilin støðu.
Men fer NCC so at bjóða upp á at gera Norðoyatunnilin?
?Tað fara vit nokk. Vit eru altíð áhugaðir í tílíkum uppgávum, sigur Niels Larsen.
Bergur í Garði sigur seg rokna við, at Norðoyatunnilin kann vera liðugur fyrst í 2006. Hevði NCC arbeitt eftir upprunaligu ætlanini, var tunnilin mest sannlíkt liðugur eitt sindur fyrr, tí teir kundu verið farnir undir arbeiðið beinanvegin.
Norðoyatunnilin fer væntandi at kosta millum 350 og 400 milliónir.