Ndende Adama Guéye skiftir aftur til TB. Tað boðar felagið frá í dag. Ndende hevur í ár tvey ár spælt við KÍ, men verjukendi miðvallarin úr Senegal, vendir nú aftur til TB, har hann spældi í 2013.
Ndende Adama Guéye kom til føroyskan fótbólt í 2008. Tá spældi hann í B68 fram til 2012. Síðani skifti hann til TB í 2013. Felagið megnaði ikki at yvirliva og Ndende fór leiðina víðari til KÍ, har hann hevur spælt í tvey ár.
TB hevur sett nýggjan venjara til komandi kappingarár. Talan er um hollendska Robert F. Roelofsen.