Nedved á veg til Japan

Kekkiski stórspælarin Pavel Nedved sigst nú vera ávegis til Japan at spæla. Nedved er ein av veteranunum í Juventus, og nú hann er blivin 35 ára gamal, verður ikki roknað við, at Nedved heldur fram í Juventus. Japanska felagið Jubilo Iwata sigur, at tað er í samráðingum við Nedved um at fáa hann at spæla fyri teir eftir summarsteðgin.