Diana í Puntabyrgi
form. í Javna
???????????????????
Javni felagið hjá menningartarnaðum mótmælir eisini ta viðferð, ið menningartarnað fáa frá fólkum í Smærugøtu.
Í Sosialinum lesa vit grein um, at fólk búsitandi í Smærugøtu vilja ikki hava fleiri brekað í grannalagið.
Hetta tí at tveir bústovnar við menningartarnaðum eru har áðrenn, og Sjálvognarstovnurin Sambýlir hevur í umbúna at keypa ein afturat.
Javni mótmælir eisini!
Fólk í grannalagnum mótmælir. Javni mótmælir eisini viðferðini av hesum fólkum, ið hava menningartarn og annað brek. Um ikki øll, so eru nøkur, ið skilja og kunnu lesa.
Hvussu tyngjandi kann tað ikki verða fyri tey og okkum foreldur at lesa slík mótmælir av okkum.
Ein »glotti var at hóma« við hesum keypinum, sum vit vóna skjótt er í lagið og fleiri við.
Hava búð í útlegd
Menningartarnað og onnur brekað í Føroyum eru í stórari íbúðarneyð.
Nógv av teimum hava búð í útlegd í mong ár. Hvør vil standa fram í hesum tíðum og nú forða fyri, at tey fáa innivist heima í sínum egna landið? Hvat um tit, ið mótmæla, fingu somu móttøku, har tit koma!
Menningartarnað og onnur brekað eru komin her og tey verða fleiri og skulu verða her.
At fleiri stovnar og sambýlir verða í sama grannalag tykist at verða neyðugt, sum móttøkan tey fáa frá »hinum« í grannalagnum er. Hvønn skulu tey annaras vitja inn til. Nøkur steingja jú hurðina fyri teimum.
Tyngjandi fyri hvønn
Tað er so tyngjandi verður sagt í skrivinum til Almannna- og Heilsustýrið.
Hvat sum er so tyngjandi, er okkum ógreitt.
Góðu fólk í Smærugøtu
Vit skriva 2001. Tíðin er farin frá tykkara hugburði. Í Føroyum skulu føroyingar búgva eisini tey, ið hava ella kanska fáa eitt brek. Vit ynskja ongum nakrað tyngjandi lagnu - heldur ikki tykkum í Smærugøtu.
Men lagnan kann raka ein og hvønn, tá verður ikki spurt um, hvar tú ella tíni búgva.
Áheitan til landsins myndugleikar.
Javni hevur heitt á myndugleikarnar um at fáa innivist til menningartarnað, ið eru í íbúðarneyð. Lati tykkum ikki tálma av hesum. Um rætt varð atborði, so skuldi veri íbúðir, bústovnar og sambýlir í fleiri grannaløgum runt í Føroyum.
Endurtøka
Hetta er tíverri ikki fyrstu ferð at grannaløg mótmæla, men tað endar altíð gott, vónandi eisini her í Smærugøtu.
Javni hevur altíð havt fremst í arbeiðnum at veita upplýsing, tað sær út, sum tað enn er neyðugt at upplýsa.
Bert ov lítil vitan kann fáa fólk at vísa slíkan atburð mótvegis sínum medmenniskjum. Ella er tað annað!!?