Theodor Eli Dam Olsen, prestur
---
Ein klisjé er nakað vit siga aftur og aftur.
Klisjéirnar eru sum brimbrýnt malargrót. Slættar og næstan mjúkar. Slitnar upp og niður og aftur og fram av ”tíðarinnar tonn” – ið eisini er ein klisjé! Klisjéir hava eitt vet av sannleika í sær. Annars vóru tær neyvan klisjéir. Ein klisjé eru orðini hjá Churchill, at mentan má til. Orðini vórðu søgd undir seinna heimsbardaga, tá ein bróðurpartur av teimum bretsku fólkavaldu ætlaðu at skerja játtanina til list og mentan.
- Then what are we fighting for? Hvørjum stríðast vit so fyri?, svaraði Churchill.
Orðini eru blivin ein klisjé. Brúkt og slitin. Men eisini sonn! Ella eru tey nú tað? Føroyar eru í eini truplari tíð. Tað hevur ongantíð verið lættari at koma hendanvegin. Ongantíð verið so fittligt at samskift við fólk her í Føroyum sum nú.
Hví so flyta til Føroya? Jú, Føroyar eru á mangan hátt eitt stuttligt land at búgva í. Fyri stuttum segði Sjálvstýrisflokkurin, ið bert hevur ein tinglim, at vit skulu hava fólkavøkstur!! Og rætt hevur hann.
Herfyri varð uppskot lagt fyri Tingið um at seta úr gildi lógina um Landsbankan. Tað stuttliga við hesum er tað, ið stendur niðast í uppskotinum undir „ummæli“: - Uppskotið hevur ikki verið til hoyringar!
Tað er heldur ikki neyðugt at hoyra nakran. Í Føroyum er nevniliga stutt millum høg og lág. Tí er eisini stutt millum hugsan og avgerð. Vit hava ikki tær somu sosialu kodurnar sum í øðrum londum. Ein útlendsk vinkona, sum býr í Føroyum, segði herfyri við meg: Tit føroyingar hvørki byrja ella enda eina samtalu. Og rætt hevur hon. Vit hittast og siga:
- Nú..? Práta síðan eitt sindur um veðrið og ganga víðari, uttan at biðja farvæl. Vit síggjast jú væntandi skjótt aftur í lítla samfelagnum. Vit handla eisini skjótt.
Vit avtaka Landsbankan. Vit skerja ein fimtapart av Mentanargrunninum. Vit andøva við Marknagilsdeplinum...
Í Føroyum er stuttligt at búgva. Og tí ger tað onki, um vit skerja tey, ið eru køvislig og eru atfinningarsom. Landsbankan. Listafólkini. Lærustovnarnar! Ella leggja vit bara stovnar saman eins og ta ferðina, tá útvarp og sjónvarp vórðu løgd saman, so útvarpið ongar pengar átti eftir til kritiskan journalistikk…
Tragediuna á sundursorlaða Tjóðpallinum við burturspardum tjóvaríalarmi tosa vit ikki um her. Tragediur eru ikki stuttligar! Vandin er kortini, at kórið fer at syngja falskt og tagnar, tá vit kippa sangfuglarnar. Tað er ikki stuttligt. Vón er tó fyri framman.
Løgmaður segði herfyri í besta Voltaire-stíli, at hann vildi stríðast fyri sjónarmiðunum hjá sínum mótstøðufólki, tá hann við íblástri frá Obama legði hesi orð á Facebook: ”Ein boðskapur í taluni hjá Obama fer ikki frá mær aftur. Hann segði "eg verði kallaður nógv ymiskt hvønn dag, tað er í lagi, men eg má ongantíð gloyma, at hesar røddir, sum ikki eru samdar við mær, mugu ongantíð tagna, men skulu verjast av mær, tað er mín ábyrgd, annars er fólkaræði í vanda.” So er kortini vón fyri framman, at mentan, list og fólkaupplýsing eiga onkran góðan. At vit eins og Churchill hava okkurt at stríðast fyri.
Tí hví skulu fólk flyta heim at arbeiða, um tey ikki eisini koma heim til eitt spennandi andslív?! Í øllum førum lovar afturlítandi mentamálaráðharrin, at kvæðini eins og bátasmíðið verða lívgað.
Og so kunnu vit so fegin syngja klisjéir aftan á kappróðurin á ólavsøku, meðan fuglarnir hjá Tróndi við óskerdum flogi kortini ikki hvørva í Bermuda-tríkantinum, men flúgva heilt til Washington DC:
He-er er tað land, sum mær hó-var!