Søgan er íspunnin, men ikki so trupul at ímynda sær. Promillumarkið, ið plagdi at liggja um ein veðr, er nú trýst niður í ein ella tveir lítlar smakkir av somu. Og so kann man spyrja, um hetta var tí, at man við góðum hagtølum kundi vísa á, at júst hesin bólkur var ein stórur trupulleiki fyri trygdina í ferðsluni. Nei, tað var tað ikki. Tað var signalvirðið í einari slíkari lógarbroyting, sum fekk lóggevararnar at tátta enn meira í. Vit kunnu tí staðfesta, at sambært føroyskum lóggevarum er signalvirði haldgóð grundgeving fyri lógarbroytingum. Hvar eru vit endað?
Í føroysku barnabókini Flundruni stríðast nakrir smádreingir við at hála eina ovurstóra flundru upp í ein lastbil. Teir báðir leypa síðan upp í lastina, og bilurin koyrir til bygdar. Frálíkar tekningar og ein romantisk mynd, sum minnir nógv av okkum um hugnaligar dagar, eitt nú við rættina ella í hoyna, har man stóð í lastini saman við seyði ella hoyggi. Fyri sovítt eisini, tá sigur var fingin til høldar og koyrt varð við fagnaðarfólki í lastini. Men søgan um flundruna kundi eins væl endað við, at røsku dreingirnir báðir fingu hvør sína bót frá løgregluni, meðan bilførarin fekk klipp í kortið.
Fyri heilt fáum árum síðan staðfesti man, at tað ikki gav nakra meining at hava eina lóg, ið eingin kortini helt. Tá var talan um lógina, ið segði, at tú hevði ikki loyvi at fletta í egnum kjallara. Ein lóg, ið gjørdi stóran part av fólkinum til lógbrótarar. Í eini handavending varð lógin broytt, so hon var í tráð við veruleikan.
Ikki so langt eftir ta lógarbroytingina varð staðfest við mátingum, at tað var púra vanligt at koyra skjótari enn 80 km/t á landsvegunum. Minnist meg rætt, so lá miðalferðin nærri teimum 90. Nú skuldi man hildið, at tað ikki gav nakra meining at hava eina lóg, ið gjørdi so stóran part av fólkinum til lógbrótarar. Men gakk. Nú snúði tað seg um at steðga óskilinum. Hesir øru bilførarar skuldu knúgvast. Tað hevði einki at siga, at tað var vanligt at bróta lógina, og at hon sostatt ikki fylgdi veruleikanum. Løgfrøðiliga kann hetta ikki hanga saman.
Eitt av tiltøkunum at bøta um trygdina á vegunum er homogeniseringin av bótunum. Kr. 500,-. Eisini, um tú ikki hevur førleikagevandi prógv uppi á tær. Onkursvegna hevur man mett hetta vera so mikið ábyrgdarleyst, at tað má revsast hart og kontant. Men skuldi man ikki umhugsað at víðka hesa áseting út um ferðslulógina? Eitt nú at handverkarar høvdu sveinabrævið uppi á sær? At akademikarar innan landsumsitingina og lóggávuvaldið høvdu síni prógv uppi á sær? Annars skuldu teir fáa kr. 500 í bót.
Vit kunnu kortini gleðast um, at vit enn hava loyvi at eta kramarís við drússi, drekka kaffi, skeldast við konuna, pilka nøs, klóra okkum í nakkanum og annað mangt, hóast vit koyra bil. Bara vit ikki snakka í telefon.
Sjálvandi skulu vit øll koyra trygt undir skipaðum viðurskiftum. Tað skal bara ikki merkja, at vit helst skulu sita heima, innballað í eina tjúkka dýnu fyri ikki at koma til skaða.
Politiska skipanin hevur við ferðslulógini so klokkureint víst, at hon hevur misskilt sína uppgávu. Politikkur eigur ikki at vera annað enn implementering av fólksins vilja. Ferðslulógin við áhaldandi herðingum er ikki implementering av fólksins vilja, men júst tað øvugta.
At enda fari eg at loyva mær at spyrja eftir almennari upplýsing um hesar kollveltandi lógarbroytingar. Avmarka tær seg til morgunsendingina, ella kunnu vit vænta at fáa ein kunnandi faldara sendandi? Tað hevði jú verið gott at vita, um nú bilurin er lógligur ella ei. Um eg yvirhøvur havi loyvi at koyra børnini við honum.
Til tykkara, sum selja bilar. Minnist til, at tað er ein mangul, um tit ikki upplýsa, um bilurin, sum tit selja, ikki lógliga kann brúkast til flutning av øllum aldursbólkum.