Nei takk til riddarakross

Thomas Piketty vildi heldur hava fronsku stjórnina at fáa búskapin upp á rætt kjøl aftur, enn ein riddarakross.

Búskaparfrøðingurin, Thomas Piketty, varð útnevndur til riddara í Fraklandi fyrsta januar, men hann vildi ikki taka í móti heiðrinum.

 

Síðani Thomas Piketty gav út bókina, Capital in the Twenty-First Century, ið viðger vælferðar- og inntøku ójavnvág seinastu 250 árini, hevur hann fingið nógv fjølmiðlarúm. 

 

Bókin skapti mikla umrøðu bæði millum búskaparfrøðingar, umframt at koma í ta heilt serligu støðuna, at ein búskaparfrøðilig bók kom á best-sellara listan, og nú varð Piketty eisini millum tey, sum vórðu útnevnd til riddara fyri avrikið.

 

Thomas Piketty valdi ikki at taka av, og fór hann heldur ikki varliga um hurðarnar við júst tí, at hann noktaði riddaraheiti. Hann sendi nevniliga eitt tíðindaskriv til fronsku tíðindastøðina, AFP, fyri at vísa á, at franska stjórnin kundi nýtt tíðina betri enn at luta út riddarakrossar.

 

- Eg havi fingið at vita, at eg eri útnevndur til riddara. Eg vil vísa útnevningini frá mær, tí eg meti ikki, at ein stjórn hevur til uppgávu at avgera hvør persónur hevur tign. Stjórnin átti heldur at fingist við at fáa gongd á vøksturin í Fraklandi og Evropa, skrivar Piketty í tíðindaskrivinum.