Nei til hækkandi skattir

Fleiri fólk hava sagt mær, at reelt er ikki so stórur tørvur á arbeiðsmegi. Arbeiðsmegin er tøk her á landi, men skattaskipanin er ein forðing fyri at fáa arbeiðsmegi. Nógv fólk eru áhugað í at arbeiða, men í mongum førum fáa fólk onki meira burturúr at arbeiða meira enn ½ - ¾ tíð. Ístaðin fyri at royna at bøta um hesa vanlukkustøðu við at lækka skattin, ið kostar øllum so nógv, fremur núsitandi samgonga júst tað skeiva. Teir hækka skattirnar, so fólk í enn størri mun missa hugin at arbeiða, og harvið verður enn størri mangul uppá arbeiðsmegi, ið so aftur pressar kostnaðarstøðið upp.

Teir hækka skattin

Eitt tað fyrsta núsitandi CHE samgonga samtykti, var at senda eina eyka rokning til skattgjaldaran komandi ár. Fólk skulu gjalda toppskatt tá tey hava forvunnið 250.000, ímóti 270.000 í ár. Skattatrýstið gongur nú aftur skeiva vegin við fúkandi ferð og er hækkandi, til stóran skaða fyri allar føroyingar.

Grannalond okkara royna at lækka skattirnar og eisini skattin á síðst tjentu krónu, tí tað verður mett gagnligt fyri búskapin.

Í Danmark verður toppskattur ikki goldin fyrrenn ein hevur forvunnið 327.200 kr.

Vit vita øll, at fólk her á landi hava verið skrædlað av skattum og avgjøldum. Seinastu árini er skattirnir tó lækkaðir eitt vet, og tað hevur verið til mikið gagn fyri hetta land. So mikið gagnligt, at ein skuldi hildið fram við arbeiðinum at lækka skattirnar. Við skattapolitikkinum, ið núverandi samgonga leggur fyri dagin er vandi fyri, at fleiri føroyingar fara at flyta uttanlands, eins og fleiri ikki flyta heim. Eitt sera óheppið signal, og skeiv gongd. Tí vit hava júst brúk fyri, at fleiri fólk koma heimaftur.

Eykaskattir

Eisini er sera skelkandi, at klandurssamgongan hevur sett niður eina nevnd, ið skal koma við tilmæli um hvar eykaskattir kunnu leggjast á fólk, so teir kunnu drena enn meira skattakrónur frá borgaranum.

Forrestin, var hasin CHE ikki terroristur?